Marknaðarlæra - page 4

Fororð
Á Grækarismessu 2009 setti eg meg við hesari seinastu útgávuni av bókini
”Marknaðarlæra”. Tá setti eg mær fyri at snøgga tilfarið og serstakliga
leggja dent á orðalag og orðaval og annars at lúka tað burtur, ið eg var
ónøgdur við. Eg skal viðganga, at í hesum royndum havi eg meira enn ta
einu ferðina rent meg í snávingarstein og sannað orðafelli: At tann grá-
beinti mangan fjalir seg í smálutum.
Setningurin hevur støðugt verið málsliga at menna tilfarið við tí endamáli,
at tað fellur lesaranum lætt at lesa yrkismálið og fata tað, og at tilfarið
eisini kann verða við til at stuðla upp undir føroyska málið sum heild – væl
vitandi, at lesarin er tann, ið tekur samanum og metir um dygdir og ódygdir.
Tað er einaferð so, at hvør fuglur syngur við sínum nevi. Hvussu henda
royndin fer at eydnast er sjálvsagt ein onnur søga, ið hoyrir framtíðini til,
men eg eri sannførdur um, at tað er frægari at kveikja eitt lítið ljós, enn at
lata myrkrið valda.
Tað er hugaligt at Føroya Handilsskúli og Nám í 2013 í felag hava givið
út orðabók við nýggjyrðum í handils- og búskaparmáli. Olav Absalonsen,
lærari í Føroya Handilsskúla, skipaði hegnisliga fyri útgávuni saman við
Nám. Eg haldi, at henda handilsmálsliga tilgongdin tók dik á seg um tað
mundið, tá ið skúlin í 1983 flutti út í Marknagil og gjørdist dagskúli – út úr
kvøldinum út í tann ljósa dag við stjóranum Heðini Samuelsen á odda og
seinni Ragnari Magnussen í hansara stað.
Leisturin í hesari broyttu útgávu av bókini ”Marknaðarlæra” er í mongum
lutum tann sami sum á teldutøku útgávuni á
(2012). Tó so, alt
tilfarið er kortini endurskoðað, og summastaðni er drigið frá, og aðrastaðni
er lagt afturat. At enda fari eg at takka abbasoninum Torkil Olsen og soni
mínum Mortan fyri hollan stuðul við tøknini og rættlestrinum, meðan vit
í felag hava endurskoðað og lagt seinastu útgávuna av bókini ”Marknaðar-
læra” til rættis.
á sumri 2016
Annfinnur Zachariassen
Annfinnur Zachariassen: Marknaðarlæra
©
Uppseting og umbróting: Torkil Olsen
Kápa: Myndin er eftir Bárð Jákupsson. Hon er gjørd til Føroya Handilsskúla og er til skjals har.
Ingi Joensen hevur sett kápuna upp.
Útgáva:
ISBN
1,2,3 5,6,7,8,9,10,11,12,13,14,...286
Powered by FlippingBook