Afturhvarv
12
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Griksku býarríkini
Eitt skifti í 400 árunum f.Kr. vóru áleið 1000 býarríkir, og tey allar-
flestu gjørdu sjálv myntir eftir egnum leisti, men myntirnar vóru
javnan ójavnar til dygdar. Hesi viðurskifti elvdu til trupulleikar, men
tað hevði eisini við sær, at bankiervirksemi hevði góðar dagar. Ein
bankier
rekur partar av bankavirksemi.
Á torgum og øðrum árendum støðum settu vekslarar upp borð síni og
búðir sínar. Hagar fóru keypmenninir, kendir sum ókendir, at veksla
pening. Tað var ikki ókeypis at veksla. Ómakslønin var einar 5-6%,
eisini fyri stórar upphæddir. Serstakliga pengin
drakman
av Attika,
grikska hálvoyggin við høvuðsbýnum Athen, var høgt í metum og
hørð valuta í øllum miðjarðarøkinum.
Tríggir samfelagsbólkar
Tað hevur týdning at hava í huganum, at í Athen vóru tríggir sam-
felagsbólkar, sum hvør sær hevði rættindi og skyldur. Hesi viðurskifti
vóru púra greið
. Frímenn
vóru ognarmenn og høvdu rætt til at eiga
jørð, høvdu politisk rættindi og soleiðis politiskt vald
. Metøkkar
vóru
gestaarbeiðarar, kundu føra sak, vóru skattskyldugir, men høvdu
hvørki politisk rættindi ella rætt til at eiga jørð. Og so
trælurin
, ið er
ófrælsur og ein týðandi handilsvøra, sum eigarin hevði fullt ræði á.
Tað er trælurin, ið er tann berandi arbeiðsorkan í samfelagnum.
Teir, sum áttu pening, høvdu høga tign í samfelagnum. At lata ella
geva pening til ymisk almenn tiltøk og endamál stimbraði og stuðlaði
upp undir manns virði og mæti, og var soleiðis við til at varðveita
og lívga høgu samfelagsstøðu hansara. Men peningur var annað enn
statussúmbol.
Nú kundi tú lættliga handla við fjarskotnar býir, og borgararnir,
tá ið teir fóru til handils, høvdu pening við sær í skjáttuni. Attiska
drakman prýdd við uglanum var ímyndin av Athen, men hon var eisini
gjaldoyra hjá høgum sum lágum, ríkum sum fátøkum. Mint verður
á, at forngriksku og fornrómversku samfeløgini høvdu tveir javn-
settar búskapir. Í landbúnaðarøkjum var býtisbúskapur framvegis tann
ráðandi, í býum og upplendi ráddi peningabúskapur.
Rómaríkið
Orðið peningur hevur sín uppruna í latínska orðinum
pecunia
, ið
merkir neyt, fæ ella fenaður. Eftir tað, at grikkar vóru farnir at
brúka drakmuna sum mynteind, tá handlaðu rómverjar framvegis við
vørum saman við ímerktum koparkubbum. Eitt skifti í 3. øld f.Kr. varð
kortini gjørd ein rund koparmynt, sum vigaði í minsta lagi 327 gram.
Myntin,
as
, var á framsíðuni prýdd við tí tvífaldaða Janushøvdinum.
Janus var rómverskur gudur. Mynteindin fekst niður í 1/12 as.