Afturhvarv
16
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Danskur búskapur illa fyri
Bóndasamfelagið Danmark mátti dvína fyri handilskapitalismuni.
Danskur búskapur var so illa fyri, at vónleyst var at fylgja við ríku
týsku handilsbýunum. Danskir kongar royndu í nógv ár at sleppa úr
rasshaftinum, men tað eydnaðist ikki. Teir høvdu ikki nóg mikið av
peningi.
Ein atvoldin til óhepnu donsku støðuna var tann, at flestu danir keyptu
vørur fyri pengarnar, og onkur teirra goymdi hann á kistubotninum.
Fólk í Lübeck afturímóti høvdu eina aðra áskoðan, ein annan hugburð
til pening. Tey keyptu eisini vørur fyri peningin, men endamál teirra
var at selja vøruna aftur við vinningi. Sambandið sjóvegis var eisini
fyrimyndarligt, og væl dugdu hansakeypmenninir at útvega og kanna
sær framíhjárættindi.
Avgreiðslur teirra vóru víða um og ógvuliga væl skipaðar til dømis í
Novgorod, Bergen, London og Brügge. Rumsátta flutningsfar teirra
”
Koggan
” gjørdi eisini sítt til, at keypmenninir vóru væl kappingar-
førir í øllum sjóflutningi. Ráðandi fúrstar og onnur máttu viðganga, at
dugnaligu hansakeypmenninir vóru sera væl fyri fíggjarliga og dugdu
meira enn at mata seg. Tað er eyðskilt, at slíkar fortreytir munaðu væl
í kappingini.
Hansakeypmenn handlaðu eisini við føroyingar
Stundum komu handilsskipini beinleiðis úr Týsklandi, stundum úr
Bergen, ið var handilsbýur og stórbýur. Hóast fyriskipanin setti ikki
beinleiðis bann fyri, at føroyingar kundu handla við aðrar keypmenn,
til dømis hansakeypmenn, so var ætlan kongs at varðveita handilin á
norskum hondum.
Støðan hjá hansakeypmonnunum viknaði ímóti endanum av 15.
øld. England og Niðurlond fóru í harða kapping við hansahandilin,
og handilsleiðirnar vóru eisini umskipaðar. Hesar broyttu umstøður
beindu fyri hansasamtakinum í 17. øld, men peningavaldið, ið Lübeck
og aðrir hansabýir høvdu havt ein part av í miðøldini, varð endur-
speglað í týsku myntini ”witten”.
Myntin gjørdist vanlig í Danmark og gekk undir navninum
hvid.
Tær fyrstu myntirnar vórðu sliðnar í Flensburg og Ribe, helst í 1370
árunum. Myntin hevði stóran týdning í 15. øld, men so við og við
minkaði virðismikla silvurið í myntini, og í 16. og 17. øld varð hvid
vorðin virðislítil smápengi.
Av fyrstan tíð var ætlanin, at 1 hvid úr Lübeck skuldi svara til 1
danskan hvid, men so varð ikki. Tá ið av tornaði fekst tú 4 penningar
fyri týsku myntina, men bara 2 penningar fyri ta donsku. Danska
myntin hvid varð sligin fyri seinastu ferð í 1686 í Keypmannahavn.