Afturhvarv
23
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Ríkisdálin
Skjótt eftir umskipanina, longu í 1582, kemur ríkisdálin, ein stór
silvurmynt, ið vigar 30 gram. Av hesum skulu vera 26 gram av reinum
silvuri. Tað er serstakliga hesin
ríkisdálin
ella
silvurdálin
, ið mangan
varð goymdur á kistubotninum at hava til at taka í ringum tíðum.
Danski ríkisdálin svarar til 96 skillingar. Ríkisdálin verður nú høvuðs-
myntin í Norður-Evropa og Danmark heilt fram til 1873, tá ið nýggj
myntlóg í Danmark verður samtykt og sett í verk tann 1. januar 1875.
1 ríkisdáli verður nú til 2 krónur, og 1 króna svarar til 100 oyru.
Fleiri evropiskir kongar royndu at útvega sær pening skjótt og skerdu
tí silvurnøgdina, ið átti at vera í myntini. Kristjan 4, var ein teirra,
ið soleiðis minkaði um virðið á landsins mynt. Hann tók stig til eina
nýggja danska mynt,
silvurkrónuna
, sum svaraði til 1½ ríkisdála. Men
í nýggju silvurkrónuni var so mikið lítið av silvuri, at hon fyri tað
kundi verið nevnd ein óektað silvurkróna, og hon misti tískil skjótt
virðið.
Teir fyrstu pengaseðlarnir
Teir fyrstu pappírspengarnir vóru gjørdir í Kina fyri umleið 1000
árum síðani. Tá ið kinversku keypmenninir løgdu til rættis drúgvar
handilsferðir, var høgligari at hava við sær ein pengaseðil, ístaðin fyri
ein tungan posa av myntum. Á pengaseðlinum stóð peningavirðið.
Pengaseðilin var eisini ein kvittan frá bankanum og ein ávísing til
bankan, ið hevði skrásettu upphæddina til skjals í myntum. Bankin
borgaði soleiðis fyri, at pengaseðilin kundi verða innloystur við gulli
ella silvuri.
Jørgen Thormøhlen, týskur stórkeypmaður í Bergen, hevði longu í
1695 fingið góðkenning til at skriva út pengaseðlar, ið var nýtiligur
peningur ella gjaldoyra norðanfjalls í Noregi. Hesir pappírspengar
eru teir allarfyrstu, sum danska/norska kongsveldið gevur út. Áðrenn
skipanin kundi koma í gildi, kravdi Rentukamarið í Keypmannahavn
av Jørgen Thormøhlen, at hann sjálvur skuldi veðhalda fyri 50.000
ríkisdálum. Veðhaldsskyldur vórðu eisini álagdar handilssambondum
hansara.
Teir fyrstu donsku pengaseðlarnir vóru skrivaðir út í 1713, um tað
mundið, ið Fríðrikur 4, 1671 – 1730, var kongur. Stóra norðurlendska
kríggið leikaði á frá 1709 til 1720, og tá stóð nógv á danska ríkis-
kassanum. Ótryggu og hættisligu umstøðurnar elvdu til stórt peninga-
trot. Kongur royndi at bøta um peningaviðurskiftini og hópframleiddi
meira og minni virðisleysa krígsmynt. Og í árunum 1713 til 1717 komu
á marknaðin sonevndir góðkendir pengaseðlar, hvørs áljóðandi virðið
samanlagt var 1 millión ríkisdálar.