Marknaðarlæra - page 29

Broytingartíðir
29
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Eitt sindur um vørubýti og býtis-
handil
Orðið býti kann hava mangar merkingar í máli okkara. Tvinnar
merkingar, sum eru viðkomandi og hava samband við vørubýti,
skulu takast fram. Í einum seyðabýti til dømis verður skurðurin
býttur sundur millum eigararnar eftir ognarviðurskiftunum. Grinda-
býtið er eftir reglum í grindalógini, og grindin verður býtt ella skift
til tey, ið búgva í grindaøkinum. Her er talan um at javna eina ávísa
nøgd.
Býtið at javna tað, sum var, var vanligt millum lítið áleið komin
samfeløg. Alt var javnað, tað veri seg grøði, veiða og skurður. Men tó
so, í fleiri førum vóru ognarpartar ímillum, ið skuldu latast í skatti, til
dømis tíggjund av fugli og fiski, av neytum og seyði, av kalva, kópi
og korni. Jarðarhvalurin ikki gloymdur.
Men umstøðurnar høvdu eisini við sær, at tað gjørdist vanligari at
skifta um ymisk vørusløg í sama samfelagi ella bygdarlagi. Góð
rekapláss og seiðapláss til dømis kunnu vera í samfelagnum, og tað
fellur tí lætt og natúrligt at skifta um avlopsvørur við trotvørur.
Skifta um egnar vørur við vørur aðrastaðni frá
So við og við kemur tað vørubýtið fram at skifta um egnar vørur við
vørur úr øðrum samfeløgum. Tílíkt vørubýti er í fyrsta lagi grundað
á tað, sum ymisk samfeløg eiga ella ráða yvir av ymiskum ráevnum
at gera burtur úr og at evna til. Og í øðrum lagi teir framleiðslu-
møguleikar, sum veðurlag, vakstrar- og veiðulíkindi hava við sær
saman við hegni manna at fáa burtur úr tilfeingi og møguleikum.
Tá ið farið varð til handils í Tinganesi í einahandilstíðini, var ikki so
átrokandi at hava pening við sær. Menn fóru avstað við fullsettum
báti av vørum og komu aftur við fullum báti av vørum. Høvdu teir
latið meira av vøru, enn teir høvdu fingið, ella øvut, tá varð munurin
skrivaður og javnaður næstu ferð, teir komu til handils.
Tað er helst so, at tað elsta vørubýtið var millum framleiðararnar
ella veiðumenninar sjálvar. Men eisini varð býtt millum aðrar
bólkar, ið kundu vera ymiskir og koma úr fleiri samfeløgum. Siðvenja
var, at veiðumenn, framleiðarar og aðrir góðir menn hittust á ávísum
støðum, ikki ólíkt marknaðum, ávísar ársins tíðir, helst um heystið
ella várið, og skiftu um vørur sínámillum.
Í upprunasamfelagnum varð at kalla bara framleitt til egna nýtslu,
til tað, sum var fyri neyðini í húshaldinum. Var avlopsvøra, var hon
latin teimum, ið stóðu fyri samfelagnum, til dømis til verjumál og
hernaðarmál, ella kanska til at blíðka gudarnar.
1...,19,20,21,22,23,24,25,26,27,28 30,31,32,33,34,35,36,37,38,39,...286
Powered by FlippingBook