Marknaðarlæra - page 38

Broytingartíðir
38
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Frá einahandli til fríhandil
Árið 1856 stendur sum ein varði í føroyskari vinnulívssøgu, tí tá fáa
føroyingar fríhandil, og einahandilin fer í søguna. Gamla tíðin var
slept, og ein nýggj og bjartari tíð hómast í havsbrúnni. Sum vitiligt
er, so eru øll samfeløg so ella so í støðugari broyting. Eisini sonevnda
gamla bóndasamfelagið broyttist so líðandi, hóast vanlig hugsan er, at
tað var statiskt ella óbroytt í øldir.
Tann 1. januar 1856 byrjar avtøkan av einahandlinum, og handils-
bygningarnir verða seldir á uppboðssølu. A.W. Skibsted, M.C. Restorff
og C.F. Siemsen keypa ognirnar í Tórshavn. C.F. Siemsen keypir eisini
ognirnar í Vestmanna, Jørgen Bech og Sønner ognirnar í Klaksvík
og T.F. Thomsen ognirnar á Tvøroyri. Ìslendingurin T.F. Thomsen og
hinir tríggir keypararnir, ið allir eru danir, taka nú við leiðsluni saman
við føroyingum, ið standa fyri úthandlunum í smærru bygdunum.
Longu 2. januar er M.C. Restorff til reiðar at søkja um handilsloyvi.
Hann er tann fyrsti umsøkjarin, men hann er ikki einsamallur um-
søkjari, tí 67 loyvi vórðu latin í 1856. Fyri M.C. Restorff verður hetta
byrjanin til eina handilsfyritøku, sum so við og við fevnir um 20
úthandlar og á leið sama skipatal.
Broytingartíð
Ábendingar um broytingar er gongdin í fólkatalinum og broyttu út-
flutningsvirðini. Manntøl, sum vóru í 1769, 1801, 1834 og frameftir,
vísa, at fólkatalið vaks við øktari ferð. Til dømis vaks fólkatalið heili
64% í árunum 1801 til 1855, úr 5300 upp í 8600. Í 1830-árunum fór
einahandilin at taka ímóti ráfiski frá útróðrarmonnum og seinni eisini
klippfiski. Um ár 1800 eru 90% av útflutningi føroyinga landbúnaðar-
vørur. Men í fyrru helvt av 19. øld er vend komin í, tí nú umboða
landbúnaðarvørurnar 60% av samlaða útflutninginum.
Úthandlarnir á Tvøroyri, í Klaksvík og Vestmanna koma í árunum
1836 – 37. Hesir batar á vinnuøkinum gera tað lættari hjá fleiri at av-
reiða fisk og keypa neyðugu vørurnar, sum útróðrarmenn og traðar-
menn megnaðu ikki sjálvir at tilvirka. Vit vita um royndir Nólsoyar
Pálls at fáa betri skil á handilsviðurskiftunum í egnum landi og uttan-
lands, og at royndir vórðu gjørdar at keypa handilin í 1838. Fiski-
royndir vóru eisini um hesa tíðina, men tær eydnaðust ikki væl, tí at
føroyingar dugdu ikki at royna við hesum førum, og peningur treyt.
Føroyavinurin Christian Pløyen
Tað slepst illa undan í hesari broytingartíð at nevna Christian
Pløyen (1803 – 1867), sum í 1837 varð tilnevndur amtmaður. Pløyen
royndi at bøta livikorini hjá vanliga føroyinginum.
1...,28,29,30,31,32,33,34,35,36,37 39,40,41,42,43,44,45,46,47,48,...286
Powered by FlippingBook