Broytingartíðir
42
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Frá handverki til ídnað
Tað kann tykjast ógrundað í lærugreinini marknaðarlæra at draga fram
brot úr ídnaðarsøguni. Tey allarflestu munnu kortini vera sannførd
um, at fortíðin mangan er ein fortreytin fyri at skilja samtíðina. Ein
heilt annar viðkomandi spurningur er, um vit læra av fortíðini, av tí
sum farið er.
Áhugavert er, at seljaravirksemi, ið er tænasta, sum einki ítøkiligt
framleiðir, fótar sær spakuliga, so hvørt sum ídnaðurin mennist.
Verður kannað eftir, hvat ídnaður merkir, verður komið fram til, at
ídnaður er skipað vørutilvirkan úr ráevnum. Tilvirkanin kann verða
lýst soleiðis:
Ídnaður er at maskintilvirka óvirkaða og virkaða vøru til lidna vøru og
lutir.
Nógv arbeiðskrevjandi handarbeiði og handverk verður nú skift um
við orku- og kapitalkrevjandi maskinarbeiði. Maskinurnar virka stórar
nøgdir til einsháttaðar lutir umframt aðrar nýtsluvørur. Framleiðslan
verður soleiðis ídnaðargjørd, og nógv handverk er nú ídnaður.
Ídnaðarmenningin byrjar í Bretlandi
Ídnaðarmenningin er skiftið ella gongdin frá handverki til ídnað.
Menningin loysti nógva arbeiðsmegi úr landbúnaðinum, og henda
arbeiðsmegin gjørdist á tann hátt tøk til onnur endamál. Við hesari
broyting var grundarlagið lagt undir frægari livikor.
Verður hugsað um miðaldarsamfelagið, hvussu arbeiðið var skipað tá,
vóru at kalla øll fólk so ella so í fyrstalagsvinnuni ella tilfeingisvinnuni.
Samfelagið var ógvuliga fábroytt, og fáar munandi broytingar vóru
í hesum tíðarskeiði.
So við og við, sum ídnaðurin fótar sær, flyta alsamt fleiri fólk til
ídnaðarøkini at vinna sær dagligu mettuna. Fyrstalagsvinnuni tørvar
heldur ikki so nógva arbeiðsmegi longur, tí at ídnaðurin framleiðir
eisini maskinur, ið gera arbeiðið lættari í vinnuni.
Skiftið frá handverki til ídnað byrjar í Bretlandi. Broytingin og
menningin er eina mest grundað á tær uppfinningar, ið vóru í árunum
frá 1770 til 1830. Í hesum tíðarskeiði verða spunamaskinan, vevi- og
dampmaskinan uppfunnar. Hesar maskinur gerast soleiðis grundar-
lagið undir nýbrotinum í framleiðsluni og menningini.
Tey fyrstu virkini vórðu sett við áir, har sum vatnorkan kundi dríva
maskinurnar, og áirnar verða flutningsleiðir. Men ídnaðarmenningin
tók dik á seg, tá ið dampmaskinan kom.