Marknaðarlæra - page 49

Broytingartíðir
49
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Ídnaðarmenning og frægari livikor vóru sum oftast neyvt saman-
tengd, har sum ráevni og orka vóru tøk. Sum heild kann verða sagt,
at ídnaðarmenningin í øðrum londum var ein fortreytin fyri fram-
stigunum her á landi. Vit høvdu eisini ein handverkarastætt, sum væl
dugdi at laga seg eftir nýggjum fortreytum. Men ikki er alt sagt við
hesum, tí tað krevur bæði áræði og hugsjónir at taka eftir tøknifrøðina
hjá øðrum.
Skal tað bera til, er eisini alneyðugt at skúla seg í handverkum og
framkomnum tólum og soleiðis gerast førur fyri at røkja tøknina í
maskinrúminum, á brúnni og aðrastaðni.
Væl sæst í tilafturskomnum londum, at neyðugi førleikin at nýta til
fulnar tøkniligu og teknisku framstigini var ikki altíð til taks, hóast
aðrar fortreytir vóru til vildar. Vantandi førleiki hevur mangan óhep-
nar avleiðingar við sær.
Fígging
Vitiligt er, at fæst eingin fígging, so verða íløgurnar avmarkaðar.
Fígging verður tí í mangar mátar ein grundfortreyt fyri framburði og
menning. Føroyingar vóru ikki í somu støðu sum bretar, ið høvdu
nógvan tøkan kapital, tá ið ídnaðarmenningin tók seg upp.
Eingin banki er í Føroyum, tá ið føroyingar seint í 19. øld fara undir
at keypa skip til havfiskiskap. Tað er tískil einstaklingurin, ið tekur
uppá seg mesta váðan, og sjálvur fíggjar skipakeyp, ofta stuðlaður av
skipaseljarum í Englandi.
Landmandsbankin stovnar Føroya Banka
Tann fyrsti bankin í Føroyum, Føroya Banki var veruleiki í 1906. Um-
røddi Ólavur á Heygum var ikki bara kongsbóndi og løgtingsmaður,
men var eisini handilsmaður og reiðari og átti ein tíðandi leiklut, tá ið
Føroya Banki varð stovnaður. Hann gjørdist formaður í einari fimm
manna nevnd, ið skuldi kanna møguleikarnar fyri bankavirksemi í
Føroyum.
Danski Landmandsbankin fær litið upp í hendur at stovna Føroya
Banka eftir áheitan frá føroyingum, men føroyski áhugin at keypa
partabrøv í nýstovnaða bankanum var ógvuliga lítil. Tá ið av tornaði,
átti Landmandsbankin 95,2% av partapeninginum, og føroyingar tað,
sum eftir var. Annar bankin, Sjóvinnubankin, byrjaði virksemi sítt í
1932 við føroyskum partapeningi burturav.
Serstakliga keypmenninir vóru ivingarsamir um, hvat ein banki fór
at gagna. Richard B. Thomsen hevur hesar viðmerkingar til Føroya
Banka, fyrsta føroyska bankan:
1...,39,40,41,42,43,44,45,46,47,48 50,51,52,53,54,55,56,57,58,59,...286
Powered by FlippingBook