Marknaðarlæra - page 56

Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Nýggjar tíðir
56
Húshaldstólini fara at snurra í hvørjari vrá, og tað verður munandi
lættari at halda hús. Arbeiðsdagurin hjá matmóðirini verður ongantíð
tann sami aftur, nú perurnar eru farnar at lýsa, og ravmagnið er sett
til teir spildurnýggju hentleikarnar. Men vaksandi bústaðarkrøv,
miðstøðuhiti, børn í barnagarði og bilur í túninum eru ikki ókeypis.
Vit ferðast meira
Vit ferðast meira og taka fremmandar siðir við okkum heimaftur.
Saman við øðrum broyttum siðum sæst eisini annar matur á borðinum
og øðrvísi løgur í gløsunum. Soleiðis verða nýtsluvanarnir ávirkaðir
og broytast so líðandi.
Samferðslan verður betur bygd, og privatbilarnir verða fleiri í tali.
Ferðslumøguleikar og flutningur verða fjølbroyttari, og fleiri og fleiri
fólk koyra nú til handils. Tey keypa meira í senn, har vøruúrvalið er
fjølbroytt, og soleiðis verða keypsvanarnir broyttir so við og við.
Fólk flyta
Tað er heldur ikki so hugaligt hjá mongum at búgva á útoyggj ella
smáplássi. Lítil og eingin lønarinntøka er, og sjáldan eru ansingarstøð
til børn og gomul. Hentleikarnir eru fáir, og umstøður og møguleikar
at koma sær fram eru ógvuliga avmarkaðir.
Nógv arbeiðsfør í góðum árum flyta tí til tær bygdir og teir býir, har
arbeiði er at fáa, og børnini verða ansað. Summi rýma til onnur lond,
og summi fara at skúla seg meira. Flytingin tekur í mongum førum
fíggjarliga grundarlagið undan nógvum smábygdum og er um somu
tíð smeitur fyri nógvar bygdahandlar.
Rák reka og siðir skifta
Tey gomlu og veiku sita eftir, hava ongan hug at flyta, ella tey orka
ikki. Familjan hevur ringa tíð ella ringar umstøður at passa tey. Ráðini
fyri hesum er heimahjálp og at fáa tey gomlu annaðhvørt á ellisheim
ella á røktarheim.
Tørvurin á røktarheimum veksur, og fleiri verða bygd kring landið.
Nógvar tómar lonir úti um bygdirnar verða “sovihús”, summar- og
gistingarhús hjá ætt, vinum og øðrum.
Rák rekur, og eingin veit um at siga hvagar. Tað tók reiðiliga mans-
aldur at taka seg upp, men tey seinnu árini er rákið av álvara komið
framat. Meira enn varhugi er av, at tær uppalingarskyldur, ið fyrr
heilt natúrliga vóru lagdar á foreldur og húski, førka seg støðugt úr
heiminum og út á almennar, privatar og aðrar stovnar, eitt nú vøggu-
stovur, barnagarðar og skúlar.
1...,46,47,48,49,50,51,52,53,54,55 57,58,59,60,61,62,63,64,65,66,...286
Powered by FlippingBook