Marknaðarlæra - page 59

Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Nýggjar tíðir
59
Verður henda mynd flutt til gerandisdagin, so ber til at ímynda sær, at
steinarnir, teir rundu og brýndu, eru vit, saman við næstum okkara,
húski, vinfólki og starvsfelagum. Vit laga okkum hvør eftir øðrum, og
soleiðis verða vit brýnd. Summi meir enn onnur.
Sjógvurin, ið súgar og skolar um steinar og grót, eru tey árin og tær
hugsanir, ið koma uttanifrá. Sjónvarp og útvarp í sínum lag og aðrir
miðlar í hópatali. Slóðarar, lýsingar og annað mangt fær okkum at
taka undir við nýggjum sjónarmiðum, kanska øðrvísi hugburði og
atburði enn tí, ið vit eru von við.
Bólkar og árin
Ein bólkur kann vera meira og minni skipaður, og limirnir nógvir ella
fáir. Tað er tí skilligt, at bólkar valdast, og soleiðis tann ávirkan, ið ein
ávísur bólkur kann hava á hugsan og atferð tína.
Vanligt er at navngeva bólkin eftir tí týdningi, ið er fyri felagsskap
og einstakling. Ein meginregla er, at árinið á einstaklingin er størri í
fámentum enn í fjølmentum bólki. Fyrivarni er kortini, at tilvísing-
arbólkurin er í serstøðu. Hesir bólkar skulu verða umrøddir: Høvuðs-
bólkur, undirbólkur og tilvísingarbólkur. Bólkahugtakið kann verða
lýst soleiðis:
Will
Bólkur hevur felagsmál, har eru tvey ella fleiri fólk, ið javnan samstarva og
hava samband sínámillum og á tann hátt hava sínámillum árin.
Høvuðsbólkur og undirbólkur
Høvuðsbólkur er fámentur og sermerktur við jøvnum og ofta sterk-
um sambandi og samstarvi millum partarnar. Við bólkalýsingini í
huganum er væl skiljandi, at húski ella familja umboða slíkan bólk.
Umstøðurnar á arbeiðsplássinum ella í skúlanum kunnu somuleiðis
hava við sær, at tú ert partur av fámentum arbeiðsbólki, ið kann verða
ein annar høvuðsbólkur tín.
Er bólkurin fjølmentur, samstarvið og sambandið veikari, tá er talan
um ein undirbólk. Vituligt er, at sínámillum árin verða avmarkað, tá
ið fleiri fólk eru í sama bólki. Skúli, skúlaflokkur, virki ella ítrótta-
felag eru dømi um undirbólkar.
Will
Høvuðsbólkur er aloftast fámentur við jøvnum og sterkum sambandi og
samstarvi og soleiðis við munandi sínámillum árini.
Wil
Undirbólkur er sum oftast fjølmentur, við jøvnum, men veikari sambandi
og samstarvi og soleiðis við avmarkaðum árini sínámillum.
1...,49,50,51,52,53,54,55,56,57,58 60,61,62,63,64,65,66,67,68,69,...286
Powered by FlippingBook