Brúkaraviðurskifti
65
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Frumtørvir Maslows
Eingin ivast í, at fólk eru ymisk, hóast tey líkjast í mongum. Vit vóna,
vænta og tráa eftir, at umstøður okkara skulu vera til vildar. Meira
og minni tilvitað eru vit virkin, og soleiðis stríðast vit fyri at nøkta
ymiskan tørv, ofta á ólíkan hátt.
Tørvur kann tí eisini verða lýstur sum munur á støðuni, ið er, og so
einari væntandi støðu, tá ið tørvurin er nøktaður. Amerikamaðurin
Maslow kom í fimmtiárunum fram við nýhugsan um mannalyndi.
Hugsan sína um frumtørv setti hann í tørvvarðan.
Will
Tørvur ger teg virknan, er kropsligur og sálarligur saknur, ið tú tráar eftir
at nøkta.
Tørvvarðin lýsir frumtørvin og raðfylgjuna í skipanini. Sambært
hugsan Maslows býr frumtørvurin í hvørjum einstøkum menniskja,
og tí kann verða sagt, at mannalyndi fer um landamørk. Myndin skal
skiljast á tann hátt, at tá ið mesti likamstørvurin er nøktaður, tá leita
hugur og tráan til trygdartørv og síðan framhaldandi í tørvvarðanum.
Maslow býtir skipanina sundur í tveir høvuðsbólkar: Likamstørvur
og sálartørvur.