Brúkaraviðurskifti
71
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Hugsanin er tann, at tá ið onnur keypa og brúka, so man vøran vera
í lagi og nóg góð. Keypsorsøkin kann á tann hátt elva til størri eftir-
spurning og tí vaksandi sølu. Og soleiðis kunnu til dømis slíkar
umstøður verða við til at spjaða mótavøru. Tú eltir, sum fyri er slóðað.
Eftirgerðarorsøkin er at keypa sum onnur og vilja vera sum hini.
Fráviksorsøkin vísir til, at summi vilja vera øðrvísi enn onnur. Tey
klæða seg ikki sum fjøldin og mála húsini øðrvísi enn grannin. Ganga
í løriftsskóm, tá ið onnur ganga í svartaskóm. Tey vilja við hesum vísa
á, at tey eru ikki sum hini og ikki sum fólk flest.
Nógv virki hava serligan tokka til tey, ið keypa eftir fráviksorsøkini.
Hesir keyparar kunnu eggja øðrum til at keypa og fáa til dømis
nýggjan móta at vinna á fólki. Tílík undangongufólk og slóðarar eru
sum oftast kend fólk, men eru mangan ólík á ólíkum yrkisleiðum.
Seljari veit, at tað ræður um at samskifta væl og vera væl við við-
skiftafólk síni. Slóðarar og onnur undangongufólk eru javnan at síggja
á leikvøllum og í fjølmiðlum. Annars er eyðkenni fyri keypararnar,
at keypshugur teirra minkar, sum vøra verður spjadd um. Og ikki er
óvanligt, at slóðarar og fjepparar, sum frá líður leita nýggjar leiðir.
Wil
Fráviksorsøkin er at keypa øðrvísi enn onnur og ikki vilja vera sum hini.
Lifringarorsøk og Spariorsøk
Lifringarorsøkin sipar til, at summum dámar væl at keypa og eiga
dýra og dygdargóða vøru. Tey vilja á tann hátt vísa, at tey hava ráð
til at keypa vørur, ið nógv onnur ikki hava ráð til. Tílíkar vørur hava
ofta tað í felag, at tær síggjast væl, til dømis dýrur bilur í túninum
ella undir taki í bilhúsinum, viðurkend list á bróstinum og nýggjasta
klædnaskreytið.
Soleiðis gera tey vart við seg og eru fegin um, at onnur varnast
hetta. Hjá mær er einki óført, mær fattast einki. Lifringarorsøkin
líkist annars nógv fráviksorsøk. Mesti munurin stavar frá, at vøru-
dygd og vøruprísur hava nógv at týða í lifringarorsøk, men minni at
týða í fráviksorsøkini.
Wil
Lifringarorsøkin er at keypa dýra og dygdargóða vøru og vilja eiga tað, ið
flest onnur ikki hava ráð til.
Tað, ið vøran kostar at keypa, hevur nógv at siga í spariorsøkini.
Ofta eru tvær samantvinnaðar grundgevingar, tá ið keypt verður. Ein
grundgevingin er, at neyðugt er at keypa bíligt, tí at brúkari er ikki
fíggjarliga væl fyri og noyðist tí at spara.