Brúkaraviðurskifti
77
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Keypsvanar
Tað ber væl til at hugsa sær, at keypsvanar og nýtsluvanar so ella so
eru samantvinnaðir og renna saman í eitt. Keypsvani er eisini, hvør ið
keypir, hvaðan, hvussu nógv og ofta. Nær vit keypa, eins og gjalds-
háttur, eru partar í somu søk. Keypsvanarnir eru serliga sjónskir, tá ið
gerandisvøra verður keypt.
Eru umstøðurnar soleiðis háttaðar, at bæði maður og kona eru á
arbeiðsmarknaðinum, tá verða stundir at keypa hareftir. Ein avleiðing
er, at nógv fólk keypa gerandisvøru í teimum handlum, ið hava fjøl-
broytt vøruúrval og eru høgligir at koma til. Brúkarin væntar at fáa
tað til keyps, ið honum tørvar, á einum stað. Tey allarflestu koyra til
handils, og tí er umráðandi, at lætt er at koma til handilin og seta bilin
frá sær. Keypsvanar lýstir í stuttum:
Will
Keypsvanar eru tengdir at vørukeypinum og ráða fyri keypinum hjá tí
einstaka.
Miðalhandlar og stórhandlar
Fleiri miðalhandlar eru í Havn og aðrastaðni í landinum. Hesir
handlar eru miðalstórir sjálvtøkuhandlar. Teir selja alla vanliga
gerandisvøru, men hava ikki so nógv ymisk vørusløg ella nógv av
hvørjum.
Grundarlagið undir tílíkum handli er viðskifti við tey fólk, ið búgva í
grannalagnum, og at handlarnir sum oftast eru har, ið væl av fólki býr.
Nógvir miðalhandlar eru soleiðis bústaðarskipaðir grannahandlar,
men henda keypsmyndin er við at kámast burtur og er ikki so eintýdd
longur. Stórhandlarnir, til dømis FK í Hoyvík og Miklagarður í SMS,
selja eisini alla vanliga gerandisvøru, men teir hava fjølbroyttari og
størri vøruúrval enn miðalhandlarnir. Stórhandlarnir hava ofta góðar
umstøður, so at fólk kunnu seta seg, leska seg og fáa ein góðan bita.
Tað hevur við sær, at fólk fara hagar og støðga á.
Sum kunnugt hava nógv fólk ikki so góðar stundir at matgera nú sum
fyrr. Hetta hevur millum annað havt tað við sær, at nú er neyðugt hjá
mongum at keypa fleiri pottbúnar vørur, lidnar og hálvlidnar, ið eru
skjótar og lættar at matgera. Vit hava eisini meira lyndi til at keypa
vøru, ið vit hava sæð í tilboðslýsingum. Tað kundi bent á, at tað loysir
seg hjá handlunum at egna og gjara út við tilboðum.
Hvør keypir hvat og nær
Hvør keypir hvat, er nógv treytað av, hvør ella hvørji fólk eru í
húskinum, hvat tey gera, og hvar tey eru stødd á lívsleiðini. Her á
landi er reglan framvegis tann, at mamman ella konan keypir og tekur
støðu til nógv av tí, ið húshaldinum tørvar.