Marknaðarlæra - page 86

Brúkaraviðurskifti
86
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Lívsleið og nýtsla
Hendingar á lívsleiðini eru mangar og kunnu fata um alt tað, einari
mannalagnu kann vera fyri. Vit kunnu sjálvsagt ikki gera so nógv av,
men bara staðfesta og viðgera eyðkendar hendingar á lívsleiðini.
Sum sæst í talvuni, so hava hesar hendingar eina serstaka nýtslumynd
við sær og hava soleiðis serligan áhuga fyri seljarar. Teir eiga tí at kunna
seg um nýtslumyndina, gera sær greitt, hvørjir sølumøguleikarnir eru
og áhaldandi royna at laga seg til broyttar fortreytir.
Eitt einfalt dømi um hesa gongd er, soleiðis sum ein grannahandil kann
verða lagaður til umstøðurnar í grannalagnum. Tílíkur handil verður
ofta settur á stovn, tá ið fólk seta búgv. Tey eru vanliga í góðum árum,
25 til 35 ára gomul, ofta hjún ella pør við smábørnum. Vøruúrvalið
í handlinum broytist so líðandi, sum árini ganga, børnini vaksa, og
næsta ættarlið tekur við.
Will
Hendingar á lívsleiðini:
Dømi um nýtslu:
Ungur, stakur og eingi børn:
Mótaklæði, frítíðarferðir, tónleikur,
bilur
Par og eingi børn:
Innbúgv, alskins húsbúni
Par við barni yngri enn 6 ár:
Barnavognur, barnamatur, leika,
vaskimaskina
Par við barni eldri enn 6 ár:
Barnaklæði, ljóðføri, størri bústað
Par við hálvvaksnum børnum:
Innbúgv, bøkur, bilur
Par við ongum børnum
búgvandi:
Frítíðarferðir, summarhús, gávur,
uppsparing
Par í pensiónsaldri:
Heilivágur, heilsukostur, frítíðarferðir
Stakur í arbeiði:
Frítíð, uppsparing
Stakur ikki í arbeiði:
Neyðsynjarvøra
Lívsleið og inntøka
Umrøddu hendingarnar frá vøggu til grøv hava við sær ymiskar og
skiftandi inntøkur og umstøður. Sum barn fært tú tað, ið tær tørvar, og
foreldrini ráða fyri tí. Tær inntøkur og útreiðslur, ið húski hevur, gera
nógv av, hvussu nýtslan verður sett saman, og tað, ið húskið sum heild
kann loyva sær fíggjarliga.
Tann ungi lærlingurin, ið býr at kalla ókeypis heima, er øðrvísi fyri.
Hann hevur sum oftast fitt av peningi at ráða yvir til egna nýtslu. Hetta
broytist munandi, fer hann at útbúgva seg meira. Nú verður hann
sjálvur, ofta við lántøku og studningi, at gjalda fyri seg og sítt,
javnan í fremmandum umhvørvi. Summi uppliva at vera útbúgvin og
einsamøll eitt stutt skifti, onnur eitt langt skifti.
1...,76,77,78,79,80,81,82,83,84,85 87,88,89,90,91,92,93,94,95,96,...286
Powered by FlippingBook