Marknaðarlæra - page 88

Brúkaraviðurskifti
88
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Lívsháttur hevur seinnu árini fingið alsamt størri týdning í sølu-
arbeiði. Hugtakið er rættiliga óítøkiligt og tí ikki so lætt at viðgera.
Men greitt er, at lívsháttur verður nógv merktur av, hvør tú ert, og hvat
tú gert í arbeiðslívinum og í frítíðini. Lívsháttur verður tí, einfalt sagt,
tann máti, soleiðis vit liva.
Will
Lívsháttur kann verða grundaður á
• Hugburð
• Áhugamál
• Ítriv
• Vinir
• Útbúgving
• Arbeiði
• Inntøku
• Ognarvirði
• Lìvsroyndir
• Hjúnastøðu
ill
Lívsháttur er tey viðurskifti og tær umstøður í lívinum, ið tann einstaki
virðismetir, og soleiðis merkir atferð og tilveru hansara.
Tú ert tað tú gert
Verða áhugamál hjá fólki tikin fram í ljósið, er týðiligt, at tey eru
rættiliga ymisk og fjølbroytt. Íðkar tú til dømis ítrótt, ella ert tú teldu-
fjeppin, so gongur drúgv tíð júst til hesi endamál, og ikki um at tala
orka og peningur. Lesur tú nógv, ella tær dámar væl tónleik, tá verða
hesi áhugamál átrokandi. Tað er tí eyðvitað, at meira tú leggur fyri við
einum áhugamáli, minni tíð og orka vera til avlops til onnur endamál.
Fyrr var heilt vanligt í marknaðarkanningum at skera fólk eftir einum
og sama leisti. Mannagongdin og grundarlagið er at flokka fólk eftir
fólkatalsfrøðiligum eyðkennum: Aldur, giftur, inntøka, útbúgving,
starv, bústaður, mannfólk ella konufólk, umframt onnur viðkomandi
eyðkenni.
Vaksandi áhugin fyri lívshátti hevur elvt til fleiri nýtarakanningar júst
á hesum grundarlagi, í onkrum føri sum ískoyti, í øðrum føri í staðin
fyri fólkatalsfrøðiligar marknaðarkanningar. Áhugin er ikki heilt
ógrundaður, tí royndir vísa, at lívshátturin er týðandi táttur í nýtslu-
myndini hjá tí einstaka.
Verður til dømis miðnámsflokkur flokkaður eftir fólkatalsfrøðiligum
eyðkennum, er lætt at síggja, at næmingarnir hava nógv í felag. Teir
eru flest allir javnaldrar, búgva ofta í sama øki og vilja gjarna hava
somu útbúgving. Lívsháttur teirra átti tískil at verið rættiliga líkur,
men so er ikki.
1...,78,79,80,81,82,83,84,85,86,87 89,90,91,92,93,94,95,96,97,98,...286
Powered by FlippingBook