Brúkaraviðurskifti
81
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Umráðingarkeyp og vanakeyp
Umráðingarkeyp er, ikki óvæntað, at umráða seg væl, áðrenn keypt
verður. Tílíkt keyp kann vera bæði roksut og drúgført. Eyðvitað, at
væl skal umhugsast, skal til dømis nýggjur bilur, nýggj telda ella sjón-
varp verða keypt fyrstu ferð. Tílík vøra er úrvalsvøra, eisini nevnd
drúgv nýtsluvøra.
Nýtsluvanar og keypsvanar ráða nógv í vanakeypi. At keypa kaffi,
mjólk og breyð er ikki serliga fløkjaligt, tí at vøran verður brúkt
regluliga og keypt hareftir. Viðhvørt verður avrátt frammanundan um
tað, ið keypast skal, men oftari verður avgerðin tikin í handlinum.
Hetta er gerandisvøra, eisini nevnd ódrúgv nýtsluvøra.
Eyðkenni í umráðingarkeypi Eyðkenni í vanakeypi
• Vøra verður keypt fyrstu ferð
• Vøra verður sjáldan keypt
• Vøra er torfør at meta um og brúka
• Vøra kostar lutfalsliga nógv
• Vøra er vanlig nýtsluvøra
• Vøra verður keypt regluliga
• Vøra er ikki serliga áhugaverd
• Vøra kostar lutfalsliga lítið
Bráðkeyp
Bráðkeyp er at lata kenslurnar ráða, tá ið tú keypir. Tú verður kanska
freistaður av onkrum góðum tilboði ella einhvørjum leskiligum.
Eingin keypsætlan er, og eingin beinleiðis orsøk er til, at tú keypir
júst ta vøruna.
Tílík vøra kostar sjáldan serliga nógv og hevur sum oftast lítlan og
ongan týdning í fíggjarætlan tínari. Handilsmenn vita sjálvsagt um
hesa keypsatferð og duga sera væl at tránýta tílíka vøru, gera hana
árenda og freistandi í handlum sínum.
Keypsatferðin sundurgreinað
Keypsatferðin vísir, hvussu fjølbroytt mannagongdin er, tá ið
gerandisvøra verður keypt á nýtaramarknaðinum í smásølu. Keyps-
atferðin hevur eisini neyvt samband við keypsflokkarnar, vanakeyp
og bráðkeyp, og greiðir meira frá hesum. Keypsatferðin greinað í fýra
bólkar:
Keypsatferðin greinað í fýra bólkar
• Ætlað keyp
• Tilætlað bráðkeyp
• Ámint keyp
• Bráðkeyp burturav