Brúkaraviðurskifti
80
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Keypsgerð
Keypsgerðin saman við keypsatferðini sipa til mannagongdina, tá ið
tú fert til handils, og meðan tú ert til handils. Mong ymisk viður-
skifti ráða fyri, hvussu fólk føra seg fram undir slíkum umstøðum.
Spurningurin um vøran er gerandisvøra ella úrvalsvøra hevur nógv
at siga, tað sama sum inntøka, nýtsluvanar og keypsvanar muna væl.
Will
Keypsgerðin lýsir mannagongdina og keypsatferðina á nýtaramarknaði-
num, tá ið tú fert til handils, og meðan tú ert til handils.
Gerandisvøra og úrvalsvøra
Gerandisvøra er so ella so partur av dagligu nýtsluni, og brúkarin veit
vanliga nógv um vøruna. Tílík vøra verður keypt regluliga, og hvør
eindin sær kostar lutfalsliga lítið. Tað hevur millum annað við sær, at
hugtakið vanakeyp og gerandisvøra sum oftast fylgjast. Matvøra og
onnur húshaldsvøra eru gerandisvøra.
Will
Gerandisvøra verður keypt regluliga, eindarprísurin er lutfalsliga lágur, og
einki serligt hávasták er, tá ið keypt verður.
Úrvalsvøra verður vanliga eyðkend við, at hon verður heldur sjáldan
keypt, og at vøran kostar lutfalsliga nógv. Støðan er tí øðrvísi, tá ið slík
vøra verður keypt, og meira verður umhugsað, lyft og lætt og saman-
borið. Tað hevur millum annað við sær, at hugtakið umráðingarkeyp
og úrvalsvøra sum oftast fylgjast. Bilur og bátur, klæði og skógvar eru
úrvalsvørur.
Will
Úrvalsvøra verður heldur sjáldan keypt, eindarprísurin er lutfalsliga
høgur, og vanliga ræður umhugsni, tá ið keypt verður.
Keypsflokkar
Á nýtaramarknaðinum er vanligt at flokka eitthvørt vørukeyp í keyps-
flokkar lagað eftir keypsatferðini. Sum tilskilað er atferðin heilt nógv
treytað av, um vøra verður mett sum úrvalsvøra ella gerandisvøra. Tað
merkir, at brúkarin og atferð hansara í hvørjum einstøkum føri endur-
speglar vøruslagið, ið keypt verður, gerandisvøra ella úrvalsvøra.
Keypsflokkarnir á nýtaramarknaðinum greinaðir í tríggjar partar:
Will
Keypsflokkar á nýtaramarknaði
• Ásurin endurspeglar vøruslag og keypsatferð.
• Umráðingarkeyp
• Vanakeyp
• Bráðkeyp