Brúkaraviðurskifti
79
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Keypir skúli til dømis nýggjar teldur til frálæru, tá eru næmingarnir
nýtslueindir, men fyrisitingin ger av, hvørjar teldur skulu verða
keyptar. Avgerðareindin verður í hesum føri fyrisitingin, tí hon ger av
tað, ið keypt verður.
Skilnaður millum nýtslueind og avgerðareind ræður nógv í nógvum
søluvirksemi. Venda vit aftur til skúlan og teldurnar, er skilligt, at tað
nyttar lítið at ávirka næmingarnar og fáa teir at taka eina teldu fram
um aðra, tí næmingarnir hava ongan avgerðarrætt.
Verður rætt atborið, eigur seljarin í hesum føri at venda sær til fyri-
sitingina, og fáa hana at keypa, tí hon er avgerðareindin og hevur
avgerðarrættin. Øðrvísi er, tá ið næmingur keypir pennar og pappír,
hársápu og tannkrem og annað mangt at nøkta egnan tørv. Tá er av-
gerðaeind og nýtslueind sama fólkið.
Will
Avgerðareindin er eitt fólk ella fleiri, ið hava avgerðarrættin og ráða fyri
tí, ið keypt verður.
Vanligt er, at mamman tekur støðu til húshaldsvørurnar, ið tørvur er
á. Hon verður soleiðis avgerðareind, men hon er umframt nýtslueind
saman við húskinum. Keypir hon blæur til barn sítt, so verður barnið
nýtslueind og mamman avgerðareind.