Brúkaraviðurskifti
87
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Hesin skáin á lívsleiðini hevur sínar vanar og óvanar við sær. Nú eru
fólk vanliga væl fyri fíggjarliga. Bara at hava seg og sítt at hugsa um,
kann elva summum at taka rívan til og øðrum at spara.
Onnur uppliva ikki tílíkan skáa. Tey seta búgv og fáa børn, ella tey fáa
børn og seta búgv. Vituligt er, at børn, hjúnalag ella parlag seta onnur
krøv enn tey, ið eru áløgd leysum kroppi. Teymarnir verða nú táttaðir
fíggjarliga, eina mest meðan børnini eru smá, og meðan krøvini til
nýíløgur eru stór.
Børnini vaksa og gerast sjálvbjargin. Maður og kona eru nú bara
tveyeini í húsi, og húskið fær nú rúmari fíggjarligt rásarúm. Onkrar
íløgur eru til umvælingar, hald og annað, men lítil og eingin skuld er,
og nýíløgur eru fáar.
Fólk eldast, og tann tíðin er komin, at tey fara úr starvi og fáa eftir-
løn. Er almenna eftirlønin einasta álitið, so verður ikki nógvur
peningur at ráða yvir. Kanska bilar heilsan og orkan hareftir. Men
tørvurin er heldur ikki heilt tann sami, sum hann var á ungum árum.
Fíggjarliga lívsleiðin
kr
Aldur 20
30
40
50
60
70
Ungur
Vaksin
Pensionistur
Seta búgv Lántøka
Inntøka
Nýtsla
Útbúgving
Uppsparing
Brúka av
ognum
Lívsháttur
Eitt ávíst samband er ímillum tørv, keypsorsøk og keypsorku og so
keypsvanar og nýtsluvanar. Keypsatferðin hjá tí einstaka og húskinum
lagar seg til hesi líkindi og endurspeglar heilt nógv lívsháttin.
Einki er at taka seg aftur í, at fleiri fólk ivaleyst kundu hugsað sær ein
ómakaleysari lívshátt enn tann, ið er. Men at broyta lívshátt er ikki ein-
føld uppgáva, men heldur krevjandi avbjóðing, ið er tengd at inntøku-
grundarlagi og vinnumøguleikum og ikki minni at hugburði.