Marknaðarlæra - page 78

Brúkaraviðurskifti
78
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Kortini tykjast týðilig tekin vera um, at henda reglan er ikki so avgjørd
longur, og mannfólkini eru oftari at síggja til handils nú enn fyrr. Upp
undir vikuskifti er javnan at síggja hjún ella pør við børnum keypa í
felag. Keypsvanar eru, sum skilst av hesum, skiftandi og tískil ikki
eintýddir. Fríggjadag og leygardag eru teir dagar, ið flest keypa mest.
Hesar dagar koma fleiri bygdafólk til Havnar at keypa. Hvussu ráðini
eru, og nær tú fært løn, hevur sjálvsagt nógv at týða. Undan høgtíðum,
til dømis jólum og ólavsøku, verður keypt meira enn vanligt.
Gjaldsháttur
Gjaldsháttur veldst nógv um vøruslag. Gerandisvøra verður sum
oftast goldin í hondina. Drúgv nýtsluvøra, til dømis bilur og hús,
verður sjáldan goldin kontant ella í hondina. Vanligt var í sjeyti- og
áttatiárunum at gjalda við kekki. Hesin gjaldsháttur er farin í søguna.
Nú gjalda tey allarflestu við keypskorti ella gjaldskorti.
Peningastovnar byrjaðu skipanina við gjaldskortum í 1988. Hesin
gjaldsháttur hevur seinnu árini vundið so mikið upp á seg, at hann
er komin nógv í staðin fyri at gjalda í hondina. Tað gerst eisini meira
vanligt, at brúkarin rindar ella flytir pening um heimabanka ella
heimagreiðslu. Soleiðis nærkast vit meira og meira peningaleysa
samfelagnum, verður sagt, samstundis sum peningur og búskapur fær
størri og størri týdning fyri tann einstaka og samfelagið.
Gerandisvøra, til dømismatur og drekka, verður vanliga keypt regluliga
eftir tørvi, og tá eru keypsvanarnir rættiliga týðiligir. Úrvalsvøra, eitt
nú klæði og skógvar, kostar hvør sær lutfalsliga meira enn gerandis-
vøra og verður av eyðsæddum ávum sjáldnari keypt. Keypsvanarnir
eru tí ikki líka sjónskir. Men treyðugt so, eru royndirnar góðar av
ávísari úrvalsvøru, handilsmerki ella merkisvøru, so er rímiligt at
halda fram at keypa sama merki.
Nýtslueind og avgerðareind
Nýtarar ella brúkarar eru tú ella eg, ið nýta ella brúka ávísa vøru
og tænastu at nøkta egnan tørv. Soleiðis eru vit, brúkararnir, teir
seinastu at brúka eina og hvørja vøru ella tænastu. Av hesum skilst, at
vit eru øll nýtarar ella brúkarar.
Will
Nýtslueindin er eitt fólk ella fleiri, til dømis húski, ið brúka ávísa vøru og
tænastu ella hava møguleika til tess.
Vituligt er, at tann, ið keypir eina vøru, er ikki altíð tann, sum brúkar
vøruna. Tí verður í søluarbeiði skilt ímillum tey, sum brúka vøruna, og
tey, ið ráða fyri, um keypast skal, og sum sæst í allýsingini, er nýtslu-
eindin tann ella tey, ið brúka vøruna.
1...,68,69,70,71,72,73,74,75,76,77 79,80,81,82,83,84,85,86,87,88,...286
Powered by FlippingBook