Marknaðarlæra - page 75

Brúkaraviðurskifti
75
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Nýtsluvanar og keypsvanar
Tikið verður til, at vanin bítur. Vani er tann máti, sum tú bert teg at,
er ofta tilvand atferð, ið verður brúkt undir ávísum umstøðum. Tá ið
sagt verður, at ilt er at venja gamlan hund uppi at sita, so kann verða
skoytt uppí, at tú dugir best tað, ið tú ert vanur við, og at einki kemur
av ongum.
Nýtsluvanar
Sum orðið nýtsluvanar er sett saman, verður sagt frá tí, ið nýtsluvanar
snúgva seg um. Tað er, hvørjar vørur og tænastur, ið brúkarin vanliga
nýtir, undir hvørjum umstøðum, nær og hvar, hvussu nógv og ofta.
Sum flestum kunnugt, koma vanar so líðandi, og mangan ótilvitað
seta teir seg so við og við í mønuna og gerast soleiðis partar av dagligu
atferðini og nýtsluni.
Veðurlag, mentan og tøknilig viðurskifti í samfelagnum ávirka
nógv nýtsluvanarnar. Til dømis hava tær sømdir, ið náttúran veitir
okkum, nógv at siga. Hegni, áræði og dugnaskapur ráða nógv fyri, um
vit megna at gagnnýta verandi møguleikar og hava dirvi til at taka ímóti
komandi avbjóðingum.
Tað skerst ikki burtur, at føroyingar flestir búgva væl, bæði á bygd og
í bý. Flestir teirra halda framhaldandi, at tað er mannarættur at seta
fót undir egið borð, og nógv verður lagt fyri, at so skal vera. Tey flestu
eiga bústað sín, og summi leiga.
Vit ganga oftari í gummistivlum enn sandálum. Javnan eru vit í
troyggju og hendingaferð hvítklødd í sólbrillum. Adidas búnar og Nike
skógvar eins og onnur merkisvøra eru nú vorðin gerandis. Nýtslu-
vanar lýstir í stuttum:
Will
Nýtsluvanar eru, hvussu nýtslan hjá tí einstaka er sett saman.
Siðir og ósiðir
Sodavatn og annað saftavatn í alskyns litum og íløtum verður drukkið
hvønn dag. Matur av øllum handa slag, hamburgarar, høsnarungar,
góðgæti og annað slíkt er nú gerandis hjá mongum. Nógv bendir á,
hóast vørulýsingar á vørupakkingum, at alsamt fleiri fólk vita nú
minni og minni um tað, tey keypa og eta, og um tað er gott ella ringt
fyri heilsuna.
Serstakliga í Havn eru komin fleiri matstøð og skeinkistøð. Tað hevur
millum annað elvt til, at fólk fara nú oftari út at eta á matstovu og
hugna sær. Soleiðis verða vanarnir líðandi broyttir, og fremmandir
siðir og ósiðir ota seg inn á okkum. Sum tikið verður til: Ilt er at
byggja borð fyri báru.
1...,65,66,67,68,69,70,71,72,73,74 76,77,78,79,80,81,82,83,84,85,...286
Powered by FlippingBook