Marknaðarlæra - page 70

Brúkaraviðurskifti
70
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Keypsorsakir
Tá ið farið verður til handils, er endamálið, sum vituligt er, at keypa
eitthvørt og soleiðis at nøkta einhvønn tørv. Tað er minni enn so altíð
púra greitt, hví fólk keypa eina vøru fram um aðra, hóast vørur og
vørueginleikar tykjast at líkjast og gagna sama endamáli. Men helst er
tað so, at fortreytirnar eru ymiskar, og at vit eru ymisk av lyndi, og tí
verða keypsorsakirnar hareftir.
Vanligt er at skilja ímillum skynsamar keypsorsakir, tær sum javnan
eru tengdar at starvsligum eginleikum og likamstørvi. Og so tær
kenslubornu keypsorsakirnar, tær ið heldur eru sosialar enn starvs-
ligar og ofta snúgva seg um ta ávirkan, ið onnur kunnu hava á teg og
títt, og tú kanst hava á tey og sítt.
Will
Keypsorsøk eggjar til at nøkta ávísan tørv á serstakan hátt.
Skynsamar keypsorsakir
Skynsemi ræður eina mest, tá ið vanlig gerandisvøra, matvøra
ella onnur húshaldsvøra verður keypt. Hetta er rímiligt, ræður um
neyðuga nýtsluvøru, men tó so, kenslurnar eru ikki púra sørar. Skyn-
semi ræður eisini munandi, tá ið úrvalsvøra verður keypt, eitt nú
reiðskapur, amboð og tílíkt. Tá eru hentleikar, nytta og nýtsla um-
ráðandi, og vanligt vit og skil ræður, tá ið keypt verður.
Kenslubornar keypsorsakir
Eru kenslur við í avgerðini, eru viðurskiftini heldur øðrvísi. Hóast
tú sjálvur ræður fyri tí, tú keypir, verður tú nógv ávirkaður av tí, ið
onnur hugsa og halda. Vørueginleikarnir og tað starvsliga eru tí ikki
so átrokandi, men heldur vón um virðing og gott umdømi.
Vørunavn og vørumerki, eins og litir og snið eru týðandi. Keyps-
orsøkin ræður nógv á nýtaramarknaðinum, men minni á virkis-
marknaðinum. Kenslubornar keypsorsakir verða vanliga flokkaðar
eftir keypsatferðini.
Will
Kenslubornar keypsorsakir
• Eftirgerðarorsøk
• Fráviksorsøk
• Lifringarorsøk
• Spariorsøk
Eftirgerðarorsøk og Fráviksorsøk
Eftirgerðarorsøkin sipar til, at summi fólk vilja líkjast øðrum og brúka
tað, ið nógv onnur brúka. Hesar umstøður eru tá grundarlagið undir
tí, ið keypt verður. Ávísur ótryggleiki um tað, ið er hóskandi, kann
vera við í avgerðini. At keypa sum onnur kann soleiðis hava ávísan
tryggleika við sær.
1...,60,61,62,63,64,65,66,67,68,69 71,72,73,74,75,76,77,78,79,80,...286
Powered by FlippingBook