Brúkaraviðurskifti
68
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Will
Bráðtørvur kenst bráður at nøkta, meðan loyndartørvur er loyndur og he-
vur enn ikki tikið seg upp.
Teldan var ikki til
Føroyingar flestir og onnur við vistu lítið um telduna í seinnu helvt
av sjeytiárunum. Teldan var ikki til í teirra huga, hvørki sum orð ella
amboð. Tørvurin at útvega sær og gagnnýta telduna gjørdist so við og
við átrokandi, tá ið frættist, at hetta henta amboð fekst til keyps.
Teldan kom, sum frá leið, í staðin fyri skrivimaskinu, bókhalds-
maskinu og annað mangt. Tað er sjón fyri søgn, at teldan nú er al-
neyðugt amboð og er partur av gerandisdegnum, arbeiðsdegnum og
frítíðini hjá mongum.
Hugsan Maslows
Sum umrøtt frammanfyri, er hugsan Maslows tann, at øll fólk hava
eina viðfødda trongd at nøkta frumtørvin. Soleiðis verða tørvur og
trongd munandi undirstøða undir einstaklingi, hugsan og gerðum
hansara.
Eftirspurningurin eftir vørum og tænastum er heilt nógv grundaður á
hesa hugsan og umstøður. Vanlig regla er, at likamstørvur eina mest
verður nøktaður við ítøkiligum vørum, og sálartørvur eina mest við
óítøkiligum veitingum.
Neyðugt er at viðmerkja, at umrøddu viðurskifti kunnu kennast í so
ástøðilig, tí tey viðgera menniskjur, kenslur og atferð teirra, og tað
er ikki sum at siga tað. Fyrivarni er tí ein fyritreyt. Dømi eru um, at
ástøðin samsvarar ikki við veruleikan, og fólk til dømis seta lív og
heilsu í vága at røkka tindunum.
Hóast hesi fyrivarni, so hevur ástøðin havt við sær, at eingin ivast í, at
hugsan Maslows um mannalyndi veitir munandi innlit í atferð okkara
sum brúkarar og keyparar. Sannroynd er, at ástøðin er ikki í orði eina,
men eisini í verki, tí at kunnleikin um tørv verður brúktur í øðrum
samanhangi umframt, til dømis í tilelving í skúlum og á arbeiðs-
plássum.
Tørvvarðin upp og niður
Nú verður skift orð um, at tørvvarði Maslows er ikki heilt nøktandi,
serstakliga í framkomnum vælferðarsamfeløgum, ið lítið og einki
tróta. Við hesum grundarlagi verður tørvvarðin settur á høvdið, at tað
sum vendir niður vendir upp, við teirri grundgeving, at tað er sjálv-
sagdur mannarættur, at likamstørvur og trygdartørvur verða nøktaðir,
og hava tí minni at týða nú enn fyrr.