Marknaðarlæra - page 72

Brúkaraviðurskifti
72
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Onnur grundgevingin er, at brúkarin við sínum sparsemi vil gera
vart við, at hann hevur gott skil fyri peningi. Hann er ikki illa fyri
fíggjarliga, men dugir væl at keypa tilboðsvøru og spara, vil siga frá
hesum og væntar virðing frá øðrum afturfyri.
Spariorsøkin er ikki ólík skynsomu keypsorsøkini, um keypt verður
eftir, sum ráðini eru. Harafturímóti ráða kenslurnar meira, um keypt
verður eftir, at onnur skulu geva keypinum gætur.
Will
Spariorsøkin er at keypa bíligt, tí tað er neyðugt, og so hugurin at siga
øðrum frá sparsemi sínum.
Inntonkt keypsorsøk
Fleiri grundir kunnu vera til, at keypsorsøkin er inntonkt. Frættist til
dømis at eplini ganga undan í handlunum, er væl hugsandi, at onkur
skundar sær at keypa, áðrenn uppi er. Helst meira enn bara tann eina
eplasekkin.
Verður kaffi nógv dýrari í næstu viku, er ikki óhugsandi, at kaffi
verður keypt niðurfyri. Handilsmenn keypa ofta inn undir seg, fáa
teir eitt gott tilboð. Teir vænta á tann hátt at vinna meiri pening, tá
ið teir selja vøruna. Nógvur handil er soleiðis grundaður á inntonktu
keypsorsøkina.
Will
Inntonkta keypsorsøkin er at keypa inn undir seg við vón um vinning og
keypa niðurfyri, vegna væntandi vørutrot.
Keypsorsakir ikki eintýddar
Gev tær far um, at keypsorsakirnar eru ikki eintýddar, men eru ofta
samansettar. Tær kunnu tala bæði til hjarta og heila, vera bæði skyn-
samar og kenslubornar og ikki sørt inntonktar viðhvørt. Flestøll hava
kortini verið fyri, at eitt brádligt tankafok fær tey at keypa. Slík keyps-
atferð verður nevnd bráðkeyp.
1...,62,63,64,65,66,67,68,69,70,71 73,74,75,76,77,78,79,80,81,82,...286
Powered by FlippingBook