Brúkaraviðurskifti
67
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Will
Sjálvsøknistørvur er trongdin fyri sjálvsvirðing, at verða róstur og
viðurkendur.
Tørvur á sjálvsbúning
Tað er fáum lagað at búleika sær á ovastu rók, hóast tey flestu kennast
við kensluna. Neyvan er grundarleyst, at Maslow setti hugsan sína í
ein varða, og at leiðin upp eftir í tørvvarðanum gerst trengri og ill-
gongdari. Á ovastu rók verður roynt at brúka listaligar og skapandi
gávur og á tann hátt at nøkta tørvin fyri sjálvsbúning.
Kanska er vón og ætlan um at útinna og uppfinna eitthvørt. At nøkta
tørvin fyri sjálvsbúning er at seta í verk tað, ið hugur stendur til.
Óivað er hetta dreymur teirra flestu, men veruleiki teirra fáu.
Will
Tørvur á sjálvsbúning er trongdin at royna seg og at søkja sær spenning
og avbjóðingar.
Avleiddur tørvur
Avleiddur tørvur merkir við hvørjum ella á hvønn hátt frumtørvurin
verður nøktaður. Svalir tú til dømis tostan við mjólk, tá verður tostin
frumtørvurin, og soleiðis verður mjólkin ein avleiddur likamstørvur.
Brúkar tú til dømis eitthvørt klædnaplagg av merkinum Nike, tá
verður likamstørvurin nøktaður ítøkiliga. Men tann óítøkiligi sálar-
tørvurin verður nøktaður umframt, tí nógv onnur ganga í meinlíkum
klæðum, og tað hevur m.a. við sær, at tú kennir teg bæði væl og
tryggan. Merkisvøran Nike kann soleiðis sum mangar aðrar merkis-
vørur nøkta bæði likamstørv og sálartørv.
Will
Avleiddur tørvur verður nógv ávirkaður av mentan og siðaarvi og sipar til,
á hvønn hátt frumtørvur verður nøktaður.
Loyndartørvur og bráðtørvur
Væl svøvntur og úthvíldur, tá er ikki átrokandi at hvíla teg. Tørvurin
fyri hvíld verður loyndur eina tíð. Troyttur og illa svøvntur, tá er bráð-
neyðugt at rinda møðina. Eru skúlabøkurnar keyptar, verður hesin
tørvur loyndur, men gerst aftur bráðtørvur, skulu nýggjar bøkur verða
keyptar.
Tørvur kann vera loyndur av ymiskum ávum. Hann kann til
dømis vera fremmandur ella ókendur, men gerast átrokandi, veitst
tú um hann. Annar tørvur kann ikki verða nøktaður, tí at tøkniligur
møguleiki og umstøður eru ikki til. Soleiðis verður skiftið millum
loyndartørv og bráðtørv partur av gerandisdegnum og lívi okkara.