Marknaðarlæra - page 57

Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Nýggjar tíðir
57
Tey, ið óhjálpin eru, tey gomlu og veiku eru á stovnum eins og børnini,
men teimum gomlu tørvar ikki uppaling, men heldur røkt og um-
sorgan. Soleiðis verður stovnssamfelagið alsamt sjónskari og gjógvin
djúpari millum ættarliðini.
Mangt broytist á mansins ævi
Tað verður av góðum grundum hildið at vera rættilig kollvelting, tá
ið motorar vóru settir í føroysk fiskiskip fyrst í farnu øld. Sluppin
Ingrid av Tvøroyri var fyrsta fiskiskip, ið fekk motor ísettan í 1904.
Náttúrukreftir, veður og vindur, vóru ikki longur einsamallar at ráða
fyri kósini. Elverk vóru í Suðuroy, Tórshavn og Klaksvík, men tíðliga
í sekstiárunum er ein onnur kollvelting.
Elfelagið SEV hevur nú lagt streym í hvørja kroysu í landinum, og
nú fara føroyingar glaðbeintir at ogna sær alskins húshaldstól. Frysti-
boksir, køliskáp, vaskimaskinur, miksarar og annað mangt trokar
burtur gamlar siðir.
Av sonnum kann verða sagt, at mangt broytist á mansins ævi: Frá salti
og laka, turka og ræsa til at køla og frysta. Frá koti og skølingum til
dýnujakkar og Ecco skógvar. Frá lampu til peru. Frá torvi, koksi og
koli til olju, vatn og vind, sól og streym.
Kunningarøldin er á okkum. Samskiftið fjøltáttast, og orðasmiðirnir
hava úr at gera. Teggja av føroyskum nýirðum eru til dømis: Telda,
teldil, geymi, diskil, fløga, fartelefon og alnet. Fjølmiðlar margfal-
dast, ræsur fjøltáttast, og nasadjarvar parabolantennur og blunkandi
fyslgisveinar eru nú fylgisneytar.
1...,47,48,49,50,51,52,53,54,55,56 58,59,60,61,62,63,64,65,66,67,...286
Powered by FlippingBook