Marknaðarlæra - page 55

Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Nýggjar tíðir
55
Sær er siður á landi
Føroyska samfelagið kom í eina víðfevnda broytingartíð, tá ið tey
fyrstu flakavirkini komu í sekstiárunum, og fiskaídnaðurin av álvara
fótaði sær. Broytingarnar tóku rættiligt dik á seg í sjeytiárunum,
og nógvar áhugaverdar avleiðingar stóðust av tí, at vinnuni tørvaði
arbeiðsmegi.
Tað, sum fyrr var vanligt, at maður fór av húsi til arbeiðis, gjørdist
nú lutur eisini hjá konufólki, og tey fóru av húsi at arbeiða í vinnuni,
einamest í flakavinnuni. Siðbundna arbeiðsbýtið, at maðurin er uppi-
haldari, meðan konan passar hús og børn, er ikki so siðbundið longur.
Vaksandi keypsorka
Eyðvitað, at tað sæst aftur, at nógv húski hava ikki bara eina inntøku
at ráða yvir, men tvær. Økta keypsorkan fæst ikki fyri einki. Mamman
ella konan í húsinumhevur ikki so góðar stundir longur til tað húsliga og
annað arbeiði, ið er álagt henni. Nú arbeiðir hon lønandi arbeiði megin-
partin av degnum. Nógvar broytingar og áhugaverdar avleiðingar
koma soleiðis við kvinnunum, tá ið tær brettu upp um armar og settu
sjøtul á nýggjar tíðir.
Orka og stundir at útvega og keypa mat, hagreiða og matgera, verða
heldur ikki tær somu. Neyðugt verður at keypa alsamt fleiri hálvlidnar
og pottbúnar húshaldsvørur, og tað sæst aftur í nógvum handlum, tí at
fólk keypa meira.
Vaksandi keypsorkan setur meira ferð á handilslív og annað vinnulív.
Fleiri hendur gerast soleiðis virknar, og tað hevur við sær vaksandi
virksemi í samfelagnum sum heild. Sjálvtøkuhandlar fáa fótafesti í
seinnu helvt av sjeytiárunum og loysa av gomlu skivuskipanina so við
og við. Eisini tað hevur við sær munandi avleiðingar.
Fleiri ansingarstovnar
Meðan mamman og pápin, abbar og ommur eru til arbeiðis, má onkur
sita hjá børnunum og ansa teimum. Børnini kunnu sjálvsagt ikki reka
fyri vág og vind, og tað almenna, samfelagið, byggir tí skúlar, barna-
garðar og onnur hóskandi ansingarstøð. Eisini har er tørvur á arbeiðs-
megi, og serstakliga konufólkini taka við avbjóðingini og fara til verka
í barnagørðum og øðrum ansingarstovnum.
Fleiri børn halda til á stovnum, og samveran heima millum foreldur
og børn verður munandi skerd og mestsum klovin til morgun og
kvøld. Máltíðir og matnáðir eru nú øðrvísi, og líðandi broytist sam-
skiftið og stevið í húskinum. Tillagingin til samfelagið og felags-
lagingin fáa annað lag.
1...,45,46,47,48,49,50,51,52,53,54 56,57,58,59,60,61,62,63,64,65,...286
Powered by FlippingBook