Marknaðarlæra - page 47

Broytingartíðir
47
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tað var skiparin Esmar Fuglø, sum í 1969 stevndi út av Hvalvík við
Heyki, tann seinasti føroyski hvalabáturin. Við hesum fór søgan um
tann føroyska hvalaídnaðin í kav med alla, eini 80 ár eftir at Østrøm
reisti fabrikkina í Rættará. Heykur er nú partur av sjósavninum í
Bremerhaven.
Annar ídnaður
Næsta stigið í ídnaðarmenningini var í kemiska ídnaðinum. Danin
Carl Jensen stovnaði í 1920-árunum margarinvirki og sápuvirki í
Havn. Sápuvirkið flutti seinni niðan á Háls. Virkið var eftir tátíðar-
meti ógvuliga framkomið og gjørdi sápu fram til 1950-árini. Heilt
fram til áttatiárini var margarinframleiðsla fastur táttur í føroyskum
ídnaði. Eitt skifti var margarinframsleiðsla í Skálavík og á Tvøroyri.
Simon F. Hansen letur í 1888 upp eitt bakarí í Klaksvík. Hann bakar
annanhvønn dag, og annanhvønn dag rør hann út til næstu smáu
bygdirnar at selja baksturin. Men hetta sama árið letur hann eisini upp
landsins fyrsta bryggjarí, Føroya Bjór. Havnarmenn eru heldur ikki
púra sørir, og í 1903 byrjar Ullvirkið í Tórshavn at spinna, og orkan til
virkið er vatnorka úr Sandá.
Samfelagsíløgur
Framstigini fóru fram í lopum, smáum sum stórum. Framtakshugaðir
menn tóku stig til fyrsta stóra lopið, ið var havfiskiskapur. Samfelagið
fær ágóða av framburðinum, og tí er ikki meira enn rætt og rímiligt,
at tann politiski myndugleikin gevur sítt íkast til menningina, skipar
fyri og raðsetur grundíløgurnar, til dømis í vegasamband, orku-
veiting, telefon og annað samband.
Føroyingafelagstíðin
Tíðin frá 1888 og øldina út verður nevnd Føroyingafelagstíðin.
Hetta er eitt kveikjandi tíðarskeið fyri føroyska tjóðskaparrørslu og
føroyskt mál. Hugsjónarmenninir hesa tíðina vóru eldsálir, ið stríd-
dust fyri frælsi og framburði fyri føroyingar og Føroyar. Helst er tað
Sverri Patursson, ið skrivað hevur hesar reglur í Fuglaframa í 1900:
Will
“Tað landið sum nú á døgum ikki hevur gott samband sínámillum og út í
onnur lond, tað noyðist javnt og samt at vera eftirbátur. Tað landið sum ei
eigur sær mál- og tíðindatræðrir, koyrivegir, jarnbreyt, gott skipasamband,
tað er dømt at vera á halanum, júst sum ein útróðrarmaður við gamla
forsligna fiskireiðskapinum er dømdur at vera eftirbátur og neyðarmaður
í fiskiveiði nú á døgum ...”
Tað var hesin andi, ið ráddi, tá ið háskúlamenninir Símun av Skarði
og Rasmus Rasmussen beint um aldaskiftið løgdu grund undir Føroya
Háskúla, sum skuldi fáa ómetaligan týdning fyri føroyska samfelagið.
1...,37,38,39,40,41,42,43,44,45,46 48,49,50,51,52,53,54,55,56,57,...286
Powered by FlippingBook