Marknaðarlæra - page 39

Broytingartíðir
39
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Hann lærdi fiskimannin at brúka nýggjan fiskireiðskap og kynstrið at
virka klippfisk. Var umframt heitur talsmaður fyri at taka av einahan-
dilin, men er mest kendur fyri bókina: “Erindringer fra en Reise til
Shetlandsøerne, Ørkenøerne og Skotland i sommeren 1839.”
Soleiðis verður sagt um hesa ferðina uppá landsins besta: “Rejsens for-
mål var at se på forbedringer, der senere kunne bruges på Færøerne”.
Tríggir skilamenn vóru í ferðalagi við Pløyen: Poul Joensen,
ættaður av Eiði, Poul Joensen, ættaður úr Nólsoy, og ungi bóndin
Mourits Mohr, ið bað sleppa sær við og rindaði ferðina sjálvur. Teir
vóru allir ognarmenn. Pløyen var avhildin maður, og tokki hansara
til føroyingar kemur týðiliga til sjóndar í inngangsorðunum til nevndu
bók:
Færøes Beboere
Som jeg har saa inderligt kjære, blandt hvilke
jeg haaber at tælle ikke saa faa Venner, helliges
denne lille Bog, med de bedste Ønsker for deres
fremtidige Udvikling.
Føroyingar keypa sluppir úr Englandi
Tað gingu tó nøkur ár, eftir at handilin var givin fríur, áðrenn rættilig
gongd kom á, tí alsamt var lítið til av peningi. Men í 1870-árunum
kom umskiftið, tí tá fóru onglendingar at fáa sær trolarar fyri seglskip,
og tí vóru hesi skip bílig at fáa til keyps. Skipini vóru í góðum standi
og vóru væl nýtilig til fiskiskap undir Føroyum og Íslandi.
Sluppin Fox (38 brt.) stendur fast í minni føroyinga. Hon er fyrsta
sluppin, ið kom til Føroyar og fyrsta skipið, ið roynir á havleiðum á
Vesturlandinum við Ísland. Trappubrøðurnir, Dánjal, Petur og Niclas í
Havn keyptu hana í 1872 fyri 7000 kr. Fleiri sluppir vórðu nú keyptar
eina mest av keypmonnum og keypmannafeløgum, ið vóru komin
kring um í oyggjunum, tá ið einahandilin var tikin av.
Bráður vøkstur er í skipatalinum í 1890-árunum, úr umleið 20
skipum til umleið 100 skip um 1900. Vøksturin kom ikki av
ongum. Fiskiskapurin eydnaðist væl í 1891. Fiskaprísurin hækkaði
á heimsmarknaðinum, meðan prísurin á landbúnaðarvøru lækkaði.
Tryggingarviðurskiftini gjørdust eisini betri hesa tíðina.
Umstøðurnar elvdu soleiðis til bjartskygni og fingu menn at gera
íløgur í framtíðina. Tann fyrsti trolarin, Grani, kom til Føroyar í 1911,
men trolaraflotin var óbroyttur fram móti seinna kríggi, og tá vóru
trolararnir 10 í tali.
1...,29,30,31,32,33,34,35,36,37,38 40,41,42,43,44,45,46,47,48,49,...286
Powered by FlippingBook