Marknaðarlæra - page 32

Broytingartíðir
32
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Eitt sindur um einahandil og
loynihandil
Tað man vera almannavitan, hvat einahandil er, men kortini kann vera
orsøk til heilt stutt at nema við umstøðurnar hesa tíðina, tá ið at kalla
allur handil við føroyingar var á fremmandum hondum. Søga eina-
handilsins gongur aftur til Rættarbótina frá 1271, sum norski kon-
gurin Magnus Hákunson Lagabøtari (1263 – 1280) setti í gildi, eftir
umbøn føroyinga.
Við hesum skjali bant kongur seg til á hvørjum ári at hava í minsta lagi
tvey hóskandi skip at sigla millum Noreg og Føroyar. Vøruflutningur
til Føroya og úr Føroyum gekk um Bergen (Bjørgvin), ið var handils-
býur og longu tá stórbýur. Einahandilin var undir norsku krúnuni í
árunum 1274 – 1524.
Skjøl eru til skjals, ið greiða frá, hvussu alneyðugur handilin var, og
hvønn týdning tað hevði at treyta sær so og so nógv handilsskip árliga
frá teimum, ið høvdu handilin um hendur. Neyðsynjarvørur vóru til
dømis korn og salt, borðviður, tjøra og snøri. Afturfyri vøruna varð
vanliga latið turrur fiskur, seyðaskinn, hosur og aðrar ullvørur.
Loynihandil
Loyniskipini vóru støðugt framvið at gera ein góðan handil við høgan
sum lágan. Yvirvøldin hevur vitað um henda ólógliga handil, ið
kann verða lýstur sum loyniligur og ólógligur handil, serstakliga við
fremmand skip. Um loynihandil verður soleiðis sagt í “Føroya søgu”
eftir P.M. Rasmussen og H.A. Samuelsen:
“Tá bert ein handil var í Føroyum í eini 400 ár, og haraftrat kom at ofta var
lítið til av vørum, og tær hartil vóru vánaligar, var freistandi hjá skipum at
koma higar og selja í loyndum, og líka so freistandi var hjá fólki at keypa
frá hesum loynihandilsmonnum.
Tað var nógv fyri ikki at hava neyðsynjarvørur og so vita, at skip kundi
liggja vælløtt undir oynni við hesum vørum, og tað var eisini nógv fyri at
hava nógv av ullvørum og øðrum, ið latast kundi í handilin, við hús og ikki
kunna keypa fyri hetta í handlinum. Og so var tað eisini nógv lættari at
rógva út á fjørðin til eitt skip enn at fara til Havnar.
So at siga øll fólk í Føroyum handlaðu við hesar loynikeypmenn,
bæði “høgur og lágur”, løgmenn, bóndur og prestar. Tó vórðu tað ofta
bónda- og prestakonurnar, sum handlaðu við teir, og ikki menn teirra.
Hetta komst av, at strangur straffur var fyri at handla við loynikeypmenn,
prestur misti embætið, og bóndin garðin, men teir kundu ikki straffast fyri
tað, sum konur teirra høvdu gjørt.”
1...,22,23,24,25,26,27,28,29,30,31 33,34,35,36,37,38,39,40,41,42,...286
Powered by FlippingBook