Afturhvarv
24
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Støku pengaseðlarnir høvdu sama áljóðandi virði sum støkumyntirnar,
men tað bar ikki til at veksla seðlarnar til myntir. Sum rímiligt er, vóru
danir illgrunasamir. Teir vildu ikki lata sær lynda nýggju pengarnar
av pappíri, og tískil fall kursurin skjótt.
Í 1728 vóru teir fyrstu donsku pappírspengarnir settir úr gildi og
kallaðir inn. Sum steinur oman á byrðu, so hvurvu eisini nógvar
myntir út av landinum. Tað er áhugavert at lesa, hvussu danska Ríkis-
valdið í apríl 1713 grundar fyri at skriva út:
Will
“authoriserede Seddeler i Danmark”: at afhielpe den Penge-
mangel, som her og der i vort Rige Danmark findes, og at et og
andet Kiøbmandskab ej derover skulle efterlades; Vi allernaadigst
have fundet for got at lade indrette og authorisere visse Seddeler,
hvilke lige saa gyldige, som reede Penge skal antages og passere”.
Teir fyrstu seðlabankarnir
Hvørki hugskotið við pengaseðlum og seðlabankum var serliga
nýtt. Seðlabankarnir vóru teir, sum ráddu í Evropa í 18. øld. Hesir
bankar veittu eina mest lán til ríkisstjórnir, almennar myndugleikar
og vinnufeløg. Stovnsfæið í bankunum, oftast myntir úr silvuri og
gulli, varð inngoldið av stovnarunum.
Annars var soltið við øðrum innlánarum og innlánum. Sviar høvdu
havt seðlabanka síðani 1661, helst heimsins fyrsti, men hann fór skjótt
á húsagang. Víðagitni Bank of England varð settur á stovn í 1694,
og sama árið skrivaði bankin seðlar út. ”The Bank of Scotland” varð
stovnaður árið eftir.
Kurantbankin og aðrir bankar
Kurantbankin var fyrsti danski bankin. Hann fór at virka í
1736. Endamál bankans var at stuðla upp undir handil og farma-
sigling við miðstøð í Keypmannahavn. Bankin fekk til vega váða-
fúsan pening ætlaður til at fremja virksemi í farmasigling,
handli og klædnaframleiðslu. Bankin fekk eisini einkarrætt at geva út
pengaseðlar.
Á seðlunum var prentað, at teir kundu innloysast við silvuri. Men
veruleikin var tann, at bankin skrivaði út nógv fleiri seðlar, enn trygd
var fyri. Avleiðingin av hesum var, at fólk so við og við mistu álitið á
pappírspengunum, og tí versnaðu umstøður bankans.
Úrslitið var, at ríkisvaldið yvirtók Kurantbankan í 1773 og somuleiðis
útskrivingina av pengaseðlum. Seinni í 1791 kom “Den Dansk Norske
Speciesbank”, ið fekk einkarrætt at geva út pengaseðlar í Danmørk og
Noregi.