Afturhvarv
25
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Men hesum banka gekst einki mætari enn øðrum bankum um hetta
mundið. Ein annar banki, Grosserersocietetet, varð stovnaður í 1742.
Bankin hevði tvey høvuðsendamál.
Í fyrsta lagi at skipa ein bygnað, har sum týðandi keypmenn og
eigarar fingu ein hóskandi sess og tignarstøðu, sum eisini hóskaði
til tignarstøðu einaveldisins. Í øðrum lagi at lata donskum keyp-
monnum fyrimunir, serstakliga teimum, ið høvdu dirvi til at seta
pening í heilsøluvirksemi, reiðaravirksemi, handil og annað virksemi
handan hav.
Seint í 18. øld vóru nógvar samfelagsligar og aðrar broytingar í
danska ríkinum. Tann 16. august í 1786 varð soleiðis kunngjørt:
“Forordning angaaende en Credit-Kasses Oprettelse for Kongeriget
Danmark og Norge samt Hertugdømmerne Slesvig
og Holsteen”.
Endamálið við hesum kreditkassa ella banka var at veita festarum
frægari fíggjarligar sømdir og treytir í einari broytingartíð til sjálv-
sogn, við rakstrarbroytingum og øðrum, ið kundi gagna fram-
burðinum.
Samanumtikið kann verða sagt, at spjaðingin av ognarrættinum í
hesum árum av jørð og bygningum í landbúnaðinum hevði nógvar
nýggjar avbjóðingar við sær. Broyttu ognarviðurskiftini og avleiðing-
arnar av teimum vístu seg at vera eitt virkið amboð í broytingartíðum.
Men henda framgongd fekk ein bráðan enda, tá ið Danmark, í parti
við fraklendingum, varð drigið inn í Napoleonskríggini í 1801 og
eisini seinni í 1807.
Danmarkar ríkið á húsagang
Kríggið beindi fyri búskapinum í landinum, og tann 5. januar 1813
fór Danmarkar ríkið á húsagang. Kunngerðin, ið boðaði frá hesum
var soljóðandi
: “Statens hidtilværende Pengevæsen er rystet i sit
Inderste, saa have Vi besluttet at bringe Orden og Fasthed deri tilveje,
ved at sætte det paa en varig
og urokkelig Grundvold.”
Ein nýggjur banki varð nú stovnaður, “Ríkisbankin” nevndur, men
longu í 1818 varð bankin umskipaður til privat partafelag undir
navninum “Nationalbanken.”
Bankastjórin í nýggja bankanum var tilnevndur av kongi og hevði
vegna almenningin eftirlit við bankavirkseminum. Nýggi Ríkis-
bankin fekk eisini einkarrætt at geva út pengaseðlar. Trygd bankans
varð útvegað á tann hátt, at øll tey, ið áttu fastogn í Danmark, skuldu
vegna Ríkisbankan ábyrgjast við 6% av ognarvirðinum. Umframt
vórðu givin út ríkisskuldarbrøv áljóðandi 10 milliónir ríkisdálar.