Marknaðarlæra - page 15

Afturhvarv
15
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Kongur og kirkja høvdu vaksandi nýtslu, og handilsvinnan fær stóra
framgongd. Bústaðarmyndin verður eisini broytt, og fleiri býir síggja
dagsins ljós. París var í 14. øld størsti býur í Evropa við umleið 200
túsund íbúgvum. Um hetta mundið er Keypmannahavn størsti býur í
norðurlondum, har búgva umleið 10.000 fólk.
Ferðakeypmenn
Tá i tíðini, í miðøld, vóru sølumenn, ið ferðaðust kring landið at
hitta viðskiftafólk. Teir vóru nevndir ferðakeypmenn. Tað serliga við
hesum keypmonnum og virksemi teirra var, at teir á søluferðum
høvdu við sær bæði vørugoymslu og peningaogn.
Kundarnir vóru javnan av aðali frá hovum fúrstanna, umframt
kleysturhøvdingar, biskupar, og annað gott fólk. Vørurnar vóru sum
oftast skreytlutir, sum sømdu seg tignarstøðu teirra. Trupulleikin hjá
keypmonnunum var, at flestu keypararnir vóru fíggjarveikir, og teir
máttu tí lána pening at keypa fyri.
Hansahandilin
Hansakeypmenninir høvdu stórt handilsligt og politiskt vald í 14.
og 15. øld, serstakliga fram við Eystrasalti og Norðsjónum. Hansa-
staðirnir vóru millum 70 og 80 í tali í leysliga skipaðum samtaki ella
samgongu. Býirnir vóru at líkna við sjálvstøðug ríki, og høvuðssætini
vóru norðurtýsku býirnir Lübeck, ið var tann mætasti og so Hamburg
og Rostock.
Eingilskir keypmenn samstarvaðu nógv við norðmenn hesa tíðina, og
fram til 1294 var meginparturin av norskum uttanríkishandli í teirra
hondum. Eftir hetta og eina tíð fram vóru teir trokaðir av í kappingini
við týskarar.
Men sum 14. øld leið móti endanum, royndu norðmenn og eingilsk-
menn enn einaferð at fáa part í hesum handli, sum hansakeyp-
menninir høvdu tikið av teimum. Teir fóru nú undir at sigla til Íslands,
Føroyar, Orknoyggjar og Hetlands. Á hesum sinni vórðu týskarar við
undirlutan og trokaðir av.
Hansahandilin hevði seint í miðøld mest sum ræði á øllum handli í
Norður-Evropa, ikki minst í norðurlondum, sum ikki vóru púra sør
fyri pengar, men londini vóru fátøk samanborið við teir ríku hansa-
býirnar.
Serstakliga ójavnin í búskapinum hevði við sær, at hansahandilin
gjørdist ráðandi í norðurlondum. Pengarnir ráddu sum ikki einaferð,
tá ið kongar og hertogar skuldu savna leiguhermenn ella lána pening
til onnur endamál.
1...,5,6,7,8,9,10,11,12,13,14 16,17,18,19,20,21,22,23,24,25,...286
Powered by FlippingBook