Afturhvarv
10
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Kýr og oksar valdast. Sama kann verða sagt um turran fisk, at dygdin
broytist, og so við og við ferst ella spillist býtisvirðið, og fyrr ella
seinni fæst hvørki eitt ella annað fyri kúnna, tíansheldur fiskin. Tað er
tí væl skiljandi, at saknur var í at hava ein fastan kurs á virðismátinum.
Kopar og bronsa, silvur og gull
Øðrvísi er við kopari og bronsu, sum hava aðrar eginleikar enn oksar
og fiskur. Menn fóru nú at brúka bronsutráð ella kopartráð til arm-
bond. Soleiðis hevði tú gjaldoyra uppi á tær. Var neyðugt at brúka
gjaldoyra, so varð tikið av metaltráðnum, og gjaldoyravirðið lá í
tilfarinum, og tí sum tilfarið vigaði. Seinni í tíðini gjørdist gjaldoyra
silvur og gull, sum kom nógv í staðin fyri kopar og bronsu.
Men ivamálini viðvíkjandi gjaldoyravirðinum vórðu ikki beind
burtur við at broyta til silvureindir. Silvur er ikki altíð bara silvur, tí
tað ber væl til at blanda onnur metal uppí silvurið. Silvurvirðið kann
tí vera ójavnt, og tískil hevði tað stóran týdning, at handilsmenn vistu,
hvussu málmblandið var, hvussu stórar nøgdir vóru av silvuri og so
av øðrum metalli.
Silvurreinleikin varð mettur eftir litinum á málmblandinum, ella
hvussu hart tað var at býta í. Frá víkingatíðini, sum er seint í 8. øld
til miðskeiðis í 11. øld, vita vit um steinar við ymiskum silvurblandi.
Steinarnir vórðu brúktir til at bera saman við, tá ið silvurreinleikin
skuldi verða staðfestur.
Millumlandahandilin tók seg upp um ta tíðina, tá farið var undir at
arbeiða við ymiskum málmi. Tað kundi verða til vápn, reiðskap, til
prýðis og annað. Áhugavert er, at í Eysturafrika varð jarn vunnið úr
jørðini, og har varð jarn brúkt sum felags býtisvøra og eisini jarn-
stengur í ymiskum longdum.
Stengurnar vórðu vigaðar, og vektin varð stemplað á hvørja longd.
Hvør longdin hevði soleiðis virði eftir sínari vekt. Tað lætti sjálvandi
um, tá jarnið skuldi skiftast um við aðrar vørur. Hildið verður, at hetta
er upprunin til tað, sum seinni varð til myntir.
Fyrstu royndirnar at gjalda við peningi
Nógv bendir á, at tað var í Lítlaásia í Lydia, at fyrstu royndirnar vóru
gjørdar at gjalda við peningi og soleiðis fara frá at gjalda við vørum
ella øðrum. Teir høvdu gull at gera burturúr og kundu gera gullstykkir
heilt niður í nøkur fá gramm.
Skjótt var greitt, at gull var stak gott at brúka til pening ella gjaldoyra.
Lítið var til av hesum málmi, og torført var at fáa hendur á honum, og
gullið hevði umframt allar neyðugar eginleikar til endamálið: