Afturhvarv
20
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Onnur avleiðing av stóru framstigunum hevði við sær hugburðar-
broytingar. Tann siðbundni hugsanarhátturin, sum hevði valdað í øldir
um jørð og fæ, var ikki einsamallur longur. Borgararnir fóru nú at
hugsa sum kapitalistar, um íløgur og avkast.
Teir mettu um væntandi váða og vinning og handlaðu hareftir.
Hesin broytti og øðrvísi hugsanarháttur um pening og vinning
kyknaði soleiðis upp á fyrsta sinni. Ein hugburðarbroyting fjart frá tí,
ið vanabundnir bóndur og aðrir borgarar høvdu hugsað sær á nøkrum
sinni. Helst er neyðugt í hesum sambandi at endurtaka og minna á,
at miðaldarsamfelagið var ikki bara ein heimur, men tveir ógvuliga
ymiskir heimar.
Býarmentanin og borgarin í øðrum borðinum við nýhugsan og
kapitalistiskum hugsanarhátti, og í hinum borðinum var bónda-
mentanin og bóndin, tann siðbundnið, ið vildi varðveita fornar siðir.
Slíkar umstøður forða sjálvsagt ikki fyri, at fólk hava havt nógv í
felag, eitt felagsjørðildi, eitt felagshválv, eitt nú kirkju og trúgv.
Við okkara eygum var bankavirksemi í miðøld einki at reypa av og
ikki at samanbera við tann fleirtjóða peningamarknað, ið ræður í dag,
ein marknaður, sum hvør Hanus og Janus hevur atgongd til. Kekkurin
til dømis, sum kom í Englandi í 18. øld, var soleiðis ókent fyribrygdi
í miðøld, men bankamenn úr Lombardínum í Norður-Italia komu á
marknaðin við kredittbrøvum og vekslum.
Henda nýhugsanin við kredittbrøvum hevði millum annað við sær, at
við lítlum kontantum peningi kundu stór handilstiltøk verða framd.
Lítið er kortini at ivast í, at broyttu umstøðurnar, at forðingar hvørva
og nýhugsan fótar sær, eru fortreytir, ið leggja lunnar undir framtíðar
bankavirksemi og tí ídnaðarsamfelagi, ið tekur seg upp í Englandi í
18. øld.
Fuggarnir nevndir
Eisini aðrastaðni í Evropa vóru broytingar í fíggjarheiminum. Tá í
tíðini var peningaflutningur langar leiðir mangan trupul og torførur.
Tað var tí eitt stórt framstig, at fleiri og fleiri fóru at brúka ávísingar
til tey stóru handilshúsini í staðin fyri tann mangan vandamikla
peningaflutningin bæði á sjógvi og landi. Máttmiklasta handilshúsið í
Evropa var ogn hjá ættini Fugger, ið var kend frá 14. øld sum vevarar
í Augsburg.
Fuggarnir nevndir áttu silvurnám og koparnám, millum annað í
Ungarn og í Schlesien, men handilsskapur og umfatandi banka-
virksemi var tað, ið kastaði mest av sær. Tá ið miðøldin fór at halla,
hevði henda risastóra virkjasamtøka deildir og handilssambond heilt
frá Antwerpen suður til Venezia og Rom.