Afturhvarv
18
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Leisturin hjá italiumonnum var at skilja sundur handil og framleiðslu,
tað øvugta av tí, ið gjørt varð í Flandern. Úrslitið av hesari skipan
var, at teir fíggjarsterku italsku keypmenninir fingu stórt vald, meðan
teir, sum gjørdu vøruna, handverkararnir, fingu lutfalsliga lítið vald og
tískil lítla ávirkan.
Italsku handilsbýirnir vóru støðugt í harðari kapping sínámillum fyri
at vinna sær framíhjárættindi á marknaðinum. At eiga pening var í
hesum býum, í hesum tíðum, hægri í metum, enn at eiga jørð.
Miðjarðarhavið var siglingarleið, men bant eisini saman islamska
og kristna heimin, var umframt sambinding til Kina og onnur lond
í Fjareystri. Tað var hesin handil, ið italsku handilsbýirnir kannaðu
sær. Stóra ávirkanin, sum dugnaligu keypmenninir høvdu á handils-
vinnuna stóðst heilt nógv av framkomnum peningabúskapi og banka-
virksemi.
Tann máttmikla støðan, ið handilsbýirnir høvdu, ávirkaði evropiska
mentan í øldir. Henda gongdin bendir týðiliga á, at ein mentan tekur
seg upp, har sum kapitalur verður upprúgvaður, ella sagt øðrvísi, at
peningur og virksemi amast hvørt uppi á øðrum. Tað var júst tað, ið
hendi, og sum gav hesum býum mátt og megi. Tann siðbundni býtis-
búskapurin, ið ráddi á góðsum og gørðum uttan fyri býirnar, hevði nú
ongan møguleika at kappast við peningabúskapin, serstakliga í altjóða
handli.
Bankavirksemi í miðøld
Fyrr í tíðini, í fornøld, sum nú í tíðina, var ikki óvanligt, at fólk lántu
pening og afturfyri rindaðu rentur. Tað vóru fornu templuni, ið stóðu
fyri slíkum útlánsvirksemi og við góðum vinningi. Viðurskiftini í
miðøld vóru ikki heilt tey somu, tí at kirkjan hevði ta fatan, at tað var
synd at krevja rentur, og tað varð heldur ikki hildið at vera rættiligt
arbeiði. At vera pengalánari og krevja rentur, var ikki høgt í metum.
Tørvurin á peningi og eftirspurningurin eftir peningi hvarv ikki av
hesum ávum. Hann var skiftandi, men áhaldandi. Fólk vóru kortini,
sum hildu tað vera gott handilsligt hugskot at gerast pengalánari. Tey
høvdu ikki somu hugsan um frelsu sum tey kristnu, og høvdu heldur
ikki somu uppfatan sum kirkjan av synd og sælu. Hetta vóru gýðingar.
Teir kundu virka sum pengalánarar og framvegis varðveita sína sælu.
Mangir teirra forvunnu sær stórar ognir.
Men tey kristnu sóu eisini møguleikar á lánsmarknaðinum, og fóru tí
at skipa seg í útlánsfeløg. Tey gjørdu várharra til handilsfelaga, ið fekk
part av vinninginum, og á tann hátt tryggjaðu feløgini sær sálarfrið.
Vinningurin varð annaðhvørt latin teimum fátøku ella kirkjuni til at
umsita.