Marknaðarlæra - page 13

Afturhvarv
13
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tá ið 3. øld fór at halla, umleið 213 f.Kr., góvust rómverjar at fram-
leiða mynteindina as. Av krígsávum, tað er 2. Puniska kríggið 218
– 201, var neyðugt at gera peningaskipanina smidligari, og tí fóru
rómverjar undir at framleiða, ivaleyst heimsins navnfræmastu mynt,
nevniliga
denarin.
Denarin
Denarin var gjørd úr silvuri og vigaði umleið 4 gram. Myntin fekst
eisini sum ½ denar,
quinar
úr silvuri umframt ¼ denar,
sestertie
úr
bronsu. Denarin gjørdist mynteind og roknieind í rómverska ríkinum
í heili 500 ár. Smápengin, 1/12 as, úr kopari fekst framvegis, og í
fyrstani fóru 10 as til 1 denar, men vegna prísflóð broyttist virðið í
1. øld til 16 as til hvønn denar.
Myntin ella pengin, henda nýggja og praktiska uppfinningin, var bæði
gjaldoyra og virðismát og kundi eisini verða goymd á kistubotninum
ella undir væðingini. Hetta var stórt búskaparligt framstig. Sum frá
leið gjørdist Rómaríki heimsveldi, umleið 500 f.Kr. – 500 e.Kr.
Denarin úr Rom fer nú sína sigursferð og otar seg sum gjaldoyra so
við og við út í hvønn krók í hesum velduga ríkinum. Teir, sum ráddu
fyri borgum, sóu skjótt, at við myntini tekur seg upp ein triði og sjálv-
sagdur møguleiki, nevniliga at tala fyri hugsjónum ríkisins og at veita
politiska upplýsing.
Myntirnar fáa propagandavirði
Rómverska ríkið var lýðveldi í sløk 500 ár frá 509 – 27 f.Kr. Megin-
partin av hesum tíðarskeiði vóru framsíðurnar á myntunum prýddar
við gudamyndum, til dømis Roma, Janus, Venus ella øðrum gudum.
Tann trímannanevndin, ið hevði ábyrgdina av myntgerðini, sá skjótt,
at stórt lýsingarvirði ella propagandavirði var í myntunum.
Teir myndaðu tí forfedrarnar og avriksverk teirra á myntirnar.
Rómverjar høvdu ta fatan, at brøgd fedranna vóru tekin um tað, ið
væntast kundi av eftirkomarunum. Rómverska lýðveldið gjørdist
keisaraveldið undir Octavian, ið varð heiðraður við navninum
Augustus keisari 27 f.Kr. – 14 e.Kr.
Broyting kemur nú í myntirnar. Fyrr varð baksíðan av og á brúkt til at
heiðra keisaranum og avrikum hansara, men nú fær keisarin heiðurs-
sessin, kemur í gudanna stað at prýða forsíðuna. Myntirnar skuldu á
tann hátt vera ítøkilig prógv og tekin um, at keisarin stóð við stýris-
vølin, gudaborin og tilbiðin í øllum sínum veldi.
1...,3,4,5,6,7,8,9,10,11,12 14,15,16,17,18,19,20,21,22,23,...286
Powered by FlippingBook