Marknaðarlæra - page 19

Afturhvarv
19
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Soleiðis bar til at skáka sær undan strongu krøvum kirkjunnar um
rentutøku. Alsamt vaksandi fíggjarvirksemi í býunum dróg annað
virksemi við sær og elvdi til fólkamiðsavnan. Italsku handils-
býirnir gjørdust á tann hátt tátíðar fólkadeplar og fíggjardeplar. Og tí
er ikki løgið, at tað er júst í hesum býum, at teir allarfyrstu bankarnir
síggja dagsins ljós. Í griksku býarríkjunum brúkti bankamaðurin
(bankier) ella vekslarin orðið borð at lýsa virksemi sítt. Sama gjørdi
italiumaðurin. Borð á italskum eitur
banca
.
Upprunin til okkara banka stavar soleiðis frá banca. Tað sæst aftur
tann dagin í dag, at heilt nógvar máliskur í peningaligum viður-
skiftum eru úr italskum máli, til dømis
saldo
,
konta
,
debit
og
kredit.
Roknikynstrið lítið framkomið
Tað var ikki bara sum at siga tað at reka bankavirksemi fyrst í 13. øld.
Roknikynstrið var sum í fornøld, lítið framkomið og at kalla óbroytt í
øldir. Roknað varð við kubbum ella myntum á talvu ella bretti, rokni-
bretti, ið var býtt sundur í stabbar. Síðani varð umvegis eina kross-
skipan komið fram til eitt úrslit.
Seinni í tíðini kemur kúluramman í staðin fyri roknibrettið. Rokni-
hátturin var tó ikki einasta forðingin. Arabiska talskipanin var kend,
men varð ikki góðkend, og tí varð latínska talskipanin framvegis
brúkt.
Vert er at geva gætur, at fólk í fornøld og miðøld høvdu heldur ikki
somu talfatan, sum vit hava. Sjálvandi var tað einstaka talið neyvt, til
dømis prísurin á einari vøru. Trupulleikin vísti seg, tá ið roknistykkið
varð grundað á fleiri taltekn. Tá bar illa til, og úrslitið var tí heldur ein
meting, enn ein neyv talviðgerð.
Tílík heldur óverulig talfatan er torfør at skilja nú á døgum, tá ið tølini
tala sítt óreingiliga mál. Men onnur viðurskifti í lívinum stóðu rimmar-
føst. Til dømis var Søgan um Nóa, sum við Guds hjálp bjargaði húski
sínum og øllum, ið livir, álítandi og ikki at vika.
Handilsfeløg, íløgufeløg og dupult bókhald
Høvuðsgrundin til, at bankarnir í italsku handilsbýunum vóru
fyri stórari framgongd, var, at handil í Italia fór fram í handils-
felagsskapum. Skipanin var tann, at tú í felag við onnur kundi seta
pening í handilsfelag ella íløgufelag, sum afturfyri gav tær avkast, ið
samsvaraði við íløguna.
Tann heilt stóra broytingin í handli við peningi kom, tá ið menn fóru
at brúka
dupult bókhald
. Tað var henda roknskaparskipan, ið gjørdi
peningahandil lættari at skilja, og sum av álvara fótaði sær í italsku
handilsbýunum í 14. øld.
1...,9,10,11,12,13,14,15,16,17,18 20,21,22,23,24,25,26,27,28,29,...286
Powered by FlippingBook