Afturhvarv
21
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Ovasti leiðarin Jákup Fugger tann yngri, 1459 – 1525, var tá nógv
tann ríkasti maðurin í Norður-Evropa. Samtakið var fíggjarliga ógvu-
liga væl fyri, var máttmikið bæði í politikki og í evropiska fíggjar-
heiminum. Fugger ættin fíggjaði valið, tá ið Karl 5 av Habsburg, 1500
– 1558, varð valdur keisari tíðliga í 16. øld. Fuggarnir smæddust ikki,
og teir mintu keisaran á skrivliga at gjalda lánið aftur rættstundis.
Vælafólkið, kongar og keisarar, sjálvt pávin, fóru til Fuggarnar.
Tá ið Pæturskirkjan, sum nú er, fór í gerð í 1506, tá fór katólska kirkjan
at selja avlát til at fíggja byggingina. Ein smidlig og skjót loysn av
fíggingarspurninginum var, at Fugger samtakið keypti rættin frá
kirkjuni til at selja avlát. Kirkjan fekk soleiðis peningin í hondina, og
so við og við rindaði avlátið skuldina aftur.
Ein beiskur biti hildu mong. Handilin millum Fuggarnar og kirkjuna
var sum vera man illa dámdur millum fólk og var við til at skunda
undir trúbótina í Norður-Evropa, sum Martin Luther í 1517 var
stigtakari til. Húsið Fugger fór á húsagang í 1637. Tað, sum fekk
bilbukt við Húsið, var hørð kapping við málm, innfluttur úr Amerika,
og so ógoldin peningur, sum samtakið átti á hjá Habsburgarunum.
Beiskur endi, hildu summi, og ikki sørt lagnunar speisemi, hildu
onnur.