Broytingartíðir
30
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Handverkarastættur fótar sær
Upprunaliga eru tað bara teir hegnigu, handverkararnir, ið eru soleiðis
fyri, at teir fara at framleiða til ein marknað ístaðin fyri burturav
til egnan tørv. Løgdu teir í, ella høvdu teir stundir, so trivu teir í
handverkið, og handverksvørur teirra kundu soleiðis eisini fara til
eitthvørt vørubýti. Arbeiðstólini batnaðu alsamt, og tað hevði millum
annað við sær, at handverkarin, sum tíðin leið, gjørdist handverkari
burturav.
Funnið varð fram til ráevni á heimaleiðum og á nærleiðum og fjar-
leiðum. Framstigini í framleiðsluni í landbúnaði, veiðu og øðrum,
hevði við sær, at tørvurin hjá borgarunum í samfelagnum veksur. Tað
eru handverkararnir, ið skulu nøkta henda tørvin.
Afturfyri eru onnur, ið nøkta sín dagliga tørv til matna og klædna.
Hugtakið at arbeiða fyri føðina hevur fingið aðra merking. Sum
frá líður verða handverkararnir til eina stætt, flyta saman og gerast
borgarar í borgumog býum. Teir leggja soleiðis lunnar undir samfelags-
bólkar, sum fara at liva og búleika í býunum.
Eisini í býunum verður ein vaksandi eftirspurningur eftir vørum, sum
búnaðarmenn og veiðumenn fáa til vega. Og handverkararnir eru nú
førir fyri við frægari amboðum at gera og at útvega eina vaksandi
nøgd av avlopsvøru til vørumarknaðin í býunum og megna so við
og við at nøkta tørvin hjá borgarunum har. Teir eru heldur ikki sum
bøndur og veiðumenn staðbundnir til ein ávísan jarðarlut ella til ávíst
veiðuøki.
Tey, sum búgva í býum og ongan teigin eiga, hava tørv á land-
búnaðarvørum, og bóndum tørvar handverksvørur. Broyttu og bøttu
umstøðurnar í býunum gerast á tann hátt grundarlagið undir vøru-
marknaði á staðnum. Ein handilsstættur fótar sær, og broyttu líkindini
elva til vaksandi vørubýti millum búplássini bygd og bý.
Vaksandi millumlanda handil
Vørubýtið millum ymisk samfeløg, tað, sum vit seinni kalla millum-
landa handil, tekur dik á seg, tá ið menn fara at gera amboð og vápn
úr bronsu. Bronsuøldin í Evropa og Asia er umleið 3000 – 500 f. Kr.
og í Danmørk umleið 1700 – 500.
Nýggja tøknin at gera til úr bronsu er kollveltandi í góðsku og fram-
leiðslu, sum sæst aftur í vørubýtinum. Leiðirnar í Europa, har sum tað
loysti seg at framleiða bronsu, vóru Cornwall í Bretlandi, umframt
Spania og Bømarland. Støðini gerast til miðdeplar í vinnuni við
námsarbeiðarum, handverkarum og smiðjum.