Marknaðarlæra - page 36

Broytingartíðir
36
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Mangt er sagt og skrivað um feðgarnar von Gabel, men teir hava ikki
bara verið illviljaðir, men komu eisini við uppskotum, ið miðaðu eftir
at bøta um viðurskiftini, men føroyingar tóku ikki av. Føroyingar
hava ikki altíð roynst sum hampamenn, og serliga varð klagað
um gøtumenn. Ta einu ferðina mátti handilsmaðurin steingja fyri
teimum, og hann helt fyri, at tá ið gøtumenn komu, tá kom sjálvur hin
versti, og hann hevði besta hugin at skjóta “hundsvottarnar”.
Kongligi einahandilin í 18. øld
Føroyahandilin var í tíðarskeiðnum 1709 – 1771 undir Rentekammerets
nordenfjeldske Renteskriverkontor. Eitt stutt skifti, meðan Struensee
var í vælmaktini (1770 – 1771), varð Rentukamarið tikið av og fór
tá undir Danske Kammer. Handilin kom aftur undir sama Rentu-
kamarið, tá ið tað varð endurreist í 1773, og seinni á árinum undir
General tollkamarið.
Umsíður í 1777 fór handilin við Føroyar, Ísland og Finnmørkina
og eisini Grønland í 1781 undir yvirskattastjórnina. Stovnurin var
nevndur “Den kongelige grønlandske, islandske finmarkske og
færøske Handel”. Skipanin skuldi ætlandi vera fram til 1810.
Teir menn, sum nú ráddu fyri borgum í felagnum, vóru fyrisitingar-
keypmaðurin í Keypmannahavn og handilsforvaltarin í Tórshavn.
Rentukamarið hevði kortini ovasta myndugleika. Fyrisitingar-
keypmaðurin hevði dagligu leiðsluna, ráddi fyri og hevði ábyrgdina av
vørukeypinum til goymsluna í Keypmannahavn og vøruflutninginum
av goymsluni til Føroya.
Rentukamarið skuldi góðkenna keypsprísirnar, tó ikki kornprísirnar,
vóru teir undir eitt ávíst mark. Handilsforvaltarin í Havn hevði somu
rættindi og skyldur, men øvuta vegin. Roknskapir teirra skuldu
samsvara. Handilin við Føroyar vant uppá seg alla 18. øld. Fyrr høvdu
trý skip vanliga siglt við farmi, men í árunum 1709 – 1776 sigldu fýra
og fimm skip í miðal um árið.
Einahandil
Tað er áhugavert at kanna eftir, hvussu ástøðin allýsir einahandil.
Sum navnið sipar til, er einahandil einasta fyritøka, ið bjóðar út
ávísa vøru á ávísum marknaði. Hetta er avgjørd serstøða fyri virki,
men krevur samstundis serligt fyrilit, at virkið gloymir ikki skyldur
sínar viðvíkjandi brúkaranum. Einkarsøla kann vera íkomin av hesum
ávum:
• Landið hevur tikið sær einkarrætt og rekur sjálvt ávíst virksemi.
• Landið hevur givið virki ella felag heimild til at reka ávíst virksemi.
• Virki hevur fingið einkarsølu, tí at vørugerðin er grundað á patent.
1...,26,27,28,29,30,31,32,33,34,35 37,38,39,40,41,42,43,44,45,46,...286
Powered by FlippingBook