Marknaðarlæra - page 44

Broytingartíðir
44
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Áhugavert er, at grundgevingin fyri kappingini vóru tey vánaligu
sosialu viðurskiftini í samfelagnum. Bíligari sápa fór at elva til
frægari reinføri millum fólk. Bíligari glas hevði við sær betri ljós
innandura. Bíligari pappír fór at gera bøkurnar bíligari, fekk fleiri fólk
at lesa bøkur og kundi soleiðis spjaða meira vitan og upplýsing.
Eftir drúgvar royndir eydnaðist franska læknanum LeBlanc at gera
svartasalt á nýggjan, kemiskan hátt. Sjálvur fekk hann onga virðisløn
fyri avrikið, men setti á stovn væl rikið framleiðsluvirkið til svarta-
salt. Virksemið hevði við sær stór framstig í reingerð og reinføri.
Ídnaðarvørurnar bøta livikorini
Júst framstigið í kemiskum ídnaði hevði við sær, at farsóttirnar, ið
høvdu herjað Evropa í øldir, fækkaðust munandi eftir ár 1800. Tað
tykist, sum einki mark er fyri tí, sum mannaheilin kann finna uppá.
Fleiri snildar maskinur koma fram, og tær gera vørugerðina bílígari
og lætta eisini um í húshaldinum.
Ídnaðarvørurnar bøta soleiðis livikorini, virkini vaksa og ser-
kunnleikin mennist. Óteljandi dømi eru um, hvønn týdning íd-
naðarvørur hava í húshaldi og tilveru okkara. Eitt streymslit kann
lýsa støðuna væl, tí tástani verður tú varur við saknin, ella sum tikið
verður til í tænastuvinnuni: Tú veitst ikki, hvat tú fekst, fyrr enn tú
hevur mist tað. Seymimaskinan er annars ein av mongu ídnaðar-
vørunum, ið kom tíðliga fram og fekk stóran týdning.
Ein avleiðing av menningini var eisini, at marknaðurin á staðnum var
ikki nóg stórur at tryggja virkjunum nóg stóra sølu. Virkini verða tí
noydd til at finna marknaðir aðrastaðni. Tað hevði millum annað við
sær, at handilin landanna millum veksur, og ídnaðarvørurnar finna
farleiðir til smæstu kroysurnar.
Tænastuvinnan
Alsamt fleiri fólk fara nú í hesar vinnur, ið vit kalla tænastuvinnur.
Hesar vinnur framleiða einki ítøkiligt, men tær eru neyðugar, soleiðis
at seljarin fær lættari samband við keyparan, og at vøran skjótt og
væl kann koma leiðina fram til endaliga brúkaran. Eisini flutnings-
vinnan lagar seg eftir broyttu marknaðartreytunum við útboði og
eftirspurningi.
Broytingarnar í samfelagnum eru ógvisligar um hetta mundið. Fíggjar-
myndin og marknaðarumstøðurnar broytast. Nýggjar maskinur og
nýggj tøknifrøði saman við broyttum sosialum umstøðum mynda nú
tað nýggja ídnaðarsamfelagið. Tað er júst í hesum umskiftiligu tíðum,
at grundarlagið verður lagt undir nútímans søluvirksemið, sum vit
vita um at siga á okkara leiðum.
1...,34,35,36,37,38,39,40,41,42,43 45,46,47,48,49,50,51,52,53,54,...286
Powered by FlippingBook