Broytingartíðir
35
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Handilin aftur undir kong
Eftir hetta fór handilin aftur undir kong fram til 1586, tá ið ham-
borgarakeypmaðurin Joachim Weichman og Oluf Madsen, borgari í
Keypmannahavn, fingu rætt at handla í 10 ár. JoachimWeichmand tók
seg aftur úr felagnum í 1591, og annar keypmaður kom í hansara stað.
Eitt rættiligt handilsfelag við fýra borgarum úr Bergen á odda fekk
monopolrættindini í 1597. Loyvið varð latið í trý ár, varð longt í
1601 við trimum árum afturat. Nakrar viðtøkur í felagnum vórðu nú
broyttar, og felagið var virkið heilt fram til 1614, tá ið annað nýtt felag
tók við fram til 1619.
Kongur letur 12. desember í 1619 felagnum “Det islandske, færøske
og nordlandske Kompagni” einahandilsrættindi í Íslandi, Føroyum og
Norðurnoregi. Handilsfelagið varðveitir hesi rættindi fram til 1662, tá
ið felagið heldur uppat.
Gablatíðin
Kristoffur Gabel fekk Føroyar í len í 1655, undir Fríðriki 3 (kongur
1648 – 1670), og í 1662 fekk hann umframt ræðið og einkarrættin til
handilin við Føroyar. Nú byrjar tann tiltikna Gablatíðin í Føroyum,
ið stendur við til 1709, tá ið handilin enn einaferð, og seinastu ferð,
verður kongligur einahandil.
Kristoffur var tikin upp í aðalstættina í 1664 og varð nú nevndur von
Gabel. Hann var kongsins trúgvi tænari, hevði nógv týðandi størv, og
gjørdist múgvandi maður við stórum valdi. Eftir deyða kongs í 1670
arvaði Kristjan 5 (kongur 1670 – 1699) einaveldiskrúnuna, og nú kom
Kristoffur í ónáði, men feðgarnir báðir Kristoffur og Fríðrikur og so
Gablaættin varðveittu kortini handilsrættindini fram til 1709.
Gablatíðin er ikki tiltikin fyri tað góða. Javnan var vørutrot, og longu
tað fyrsta árið, ið hesir menn sita við handlinum, verður klagað um
høgan prís á vørunum. Longu væl fyri jól í 1662 var krambúðin
tóm, og ikki fyrr enn í mai 1663 kom farmaskip fram. Handilsviður-
skiftini versnaðu nógv, og vøruflutningurin var ofta óregluligur.
Í 1671 var illa statt. Farmaskipið varð seinkað av illveðri, og tá skipið
kom fram, var ikki nóg mikið til av matvøru at nøkta tørvin, ið var.
Sum steinur oman á byrðu miseydnaðist fiskiskapurin hesa tíðina, og
misvøkstur hótti.
Fólk máttu tískil leita sær bitan í munnin í fjøruni, og ótti var fyri, at
fólk fóru at doyggja í hungri, og sum skrivað stendur
“dødens frygt
svævede mange for øjnene”
.