Marknaðarlæra - page 33

Broytingartíðir
33
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Fyriskipanin setti ikki beinleiðis bann fyri, at føroyingar kundu
handla við aðrar keypmenn, til dømis hansakeypmenn. Men ætlan
kongs var uttan iva, at hann sjálvur hevði allan handilin um hendur.
Undir øllum umstøðum vildi hann varðveita handilin sum monopol á
norskum hondum.
Kongsins grundgevingar at varðveita handilin vóru ógvuliga ein-
faldar. Vóru aðrir keypmenn, ið buðu seg fram at handla við
føroyingar, so var munandi partur av handilsgrundarlagnum burtur.
Og ikki var nóg mikið av handilsvøru eftir í Føroyum, at tað kundi
loysa seg hjá kongi at hava tvey skip siglandi millum lond.
Sannlíkt er kortini, at føroyingar hava handlað við hansakeypmenn,
og at kongur var ónøgdur við hesi viðurskifti, tí í 1294 var sáttmáli
gjørdur millum hansar og Noreg. Sáttmálin setti hansum forboð at
handla við skattlondini Ísland, Føroyar og skotsku oyggjarnar.
Tekin eru tó um, at hansar framhaldandi hava handlað við skatt-
londini, hóast avtalan var endurnýggjað í 1302 og aftur 1348. Men
í 1361 vóru týskararnir vorðnir so sterkir mótvegis norska kongs-
valdinum, at teir hetta árið fingu somu rættindi at handla við skatt-
londini fyri vestan sum teir norsku keypmenninir í Bergen.
Føroyahandilin í 16. øld
Føroyahandilin var í 16. øld á skiftandi hondum. Jørgen Hansen, fúti
í Bergen, fekk í 1524 Føroyar í len og einkarrættin til handilin. Sama
árið kom handilin undir hann. Fimm ár seinni, í 1529, komu handilin
og oyggjarnar undir hamborgaran Thomas Koppen, og tá ið hann doyði
í 1553, varð handilin lutvíst frígivin.
Kristjan 3 (kongur 1534 – 1559), gevur tann 21. februar hetta sama
árið tegnum sínum í Danmørk og Noregi frítt at sigla til Føroya og
handla har.
Føroyingar fingu nú avmarkaðan fríhandil eitt stutt skifti og kundu í
hesum tíðarskeiði frítt handla við norskar og danskar keypmenn, men
ikki við aðrar tjóðir. Trý ár seinni, í 1556, var skáin av, og handilin fór
undir kong og kom nú aftur í monopolstøðu. Skipanin stóð við fram
til 1569, tá ið tveir danir tóku upp á seg at reka handilin.
Annar teirra var Anders Jude, borgari í Keypmannahavn, kongligur
keypmaður og fúti í oyggjunum síðan 1558. Hin var Mads Lampe,
ein av mætastu keypmonnum í Keypmannahavn. Teirra tíð var stutt
í hesum handilsvirksemi, bara 2½ ár. Av tí at føroyingar kærdu um
misrøkt og vánaliga tænastu, varð loyvið tikið frá teimum í 1571, og
føroyingar fingu nú sjálvir handilin um hendur.
1...,23,24,25,26,27,28,29,30,31,32 34,35,36,37,38,39,40,41,42,43,...286
Powered by FlippingBook