Broytingartíðir
34
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Føroyingar royna seg í handilsskapi
Teir menn, ið nú fóru undir regluligan vøruflutning og handilsskap,
høvdu ongar royndir av slíkum og enn minni hegni og dugnaskap, ið
krevst til tílíkt virksemi. Úrslitið var hareftir. Summar tíðir var nóg
mikið av vøru í handlinum, aðrar tíðir var vørutrot. Afturat hesum
var tílíkur handil og sjóflutningur vágiligur, eina mest, tí at sjórænarar
vóru ágangandi og vandamiklir og hóttu keypmenn og onnur, bæði á
sjógvi og landi.
Eisini hesa ferð var fríhandilstíðin ódrúgv, á leið 2 ár. Tann 3. nov-
ember 1573 fekk hamborgarkeypmaðurin Joachim Thim kongaligt
loyvi at gera ferð til Føroya og handla har fyribils. Føroyingar vóru tó
ikki bundnir bara at handla við hann, men teir kundu selja til tann, ið
bjóðaði mest fyri vørurnar.
Magnus Heinason
Í 1578 varð aftur kongligur einahandil, men longu árið eftir fekk
Magnus Heinason handilin uppí hendi. Christoffer Valkendorff
royndi í 1581 at taka handilin av Magnusi, men Fríðrikur 2 (kongur
1559-1588) gjørdi, at Magnus kundi halda fram, nú í felag við nevnda
Joachim Thim og einum borgara úr Keypmannahavn.
Loyvisbræv Magnusar er dagfest 1. november 1581 og er galdandi í
5 ár, men tá ið Magnus rýmir til Hálands í 1584, eydnaðist tað Chr.
Valkendorff at taka handilin frá Magnusi og feløgum hansara. Chr.
Valkendorff, kongsins rentumeistari, var árini 1556 – 1560 høvuðs-
maður á Bjørgvinshúsi. Magnus Heinason var sonur Heina Havreka,
sum seinni gjørdist Føroya próstur. Magnus hevur helst nomið sær
kunnleika um keypmansskap og sigling í Noregi, áðrenn hann er farin
í hollendska hertænastu.
Um hesa tíðina vóru havleiðirnar um at fyllast av loynikeypmonnum
og sjórænarum. Magnus skuldi sjálvur røkja siglingina millum lond,
og tí kom tað væl við hjá honum at vera royndur í sjókrígstænastu.
Hann megnaði eina tíð at verja fyri ágangi av sjórænarum. Hann bygdi
skansan á Skansatanga, ið var ætlaður til sum mest at verja handils-
goymslurnar í Tinganesi. Seinni varð skansi eisini bygdur í Tinganesi.
Fólk eru ymisk á máli um dygdir Magnusar. Summi hava gjørt hann
til raman skálk og sjórænara, meðan onnur og helst fleiri hava virt
hann og avrik hansara og gjørt hann til tjóðarhetju. Tey flestu eru
samd um, at Magnus hevði eitt ógvuliga skiftandi og baldrut lív.
Syrgiliga lagna hansara og tann ivingarsami deyðadómurin, ið minnir
um dómsmorð, hevur framt søgugerðina. Magnus varð hálshøgdur
tann 18. januar 1589 á slotsplássinum í Keypmannahavn.