Broytingartíðir
31
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Hjólini mala skjótari
Krøvini til handilsmenn verða broytt, tí nú er neyðugt at flyta farm
til fjarskotnar leiðir og føra býtisvørur heimaftur. Hetta er eisini tann
tíðin, tá onkur fann uppá at evna til ein lut, eitt hjól, ið melur um
seg sjálvan. Skip verða nú gjørd út við seglum. Vindmegin verður
løgd afturat handamegini. Við framkomnu tøknini kemur annað lag á
farmaflutningin og annan flutning. Við øðrum orðum sagt, hjólini fara
av álvara at mala.
Tað verður nú lættari og skjótari at flyta farm um lond og høv. Gomlu
handilsleiðirnar millum Evropa og eysturlond koma so við og við í
fasta legu: gjøgnum Donaudalin, um fjallaskørðini á Alpufjøllunum
og vestur gjøgnum Narvasund til angelsaksiska oyggjalandið. Handil
gerst sjálvstøðugur vinnuvegur á sama hátt sum framleiðslan.
Handil millum eystur og vestur, suður og norður fær alsamt størri
týdning, tá ið vit koma fram í søguligu øldina. Leiðirnar ganga eisini
norður eftir, um hansabýirnar og hansakeypmenninar við Eystrasalt
og Norðsjógvin, heilt norður til Bergens.
Har fæst mangt og hvat til keyps. Salt og kryddvørur, veiðutól og vápn,
skreytvørur og mangt skartið úr fjarskotnum londum. Og norðan úr
Noregi og Finnmørkini koma keypmenn á marknaðin við turrum
fiski, lýsi, skinnum, húðum og fjøður. Handilin greinar seg til oyggja-
samfeløgini vesturi í havi. Eisini har er handilin ein lívstreyt.
Býtishandil
Sum skilst er býtishandil handilsskipan, ið ikki krevur reiðan pening.
Tílíkur handil kann sum kunnugt vera millum lond ella manna
millum. Nú á døgum samráðast strandalond javnan um fiskirættindi.
Tingast verður um ymisk fiskasløg og væntað søluvirði. Kvotur verða
ásettar, og sínámillum rættindi um fiskiloyvi verða avtalað.
Vøra, vitan og tænastur hava soleiðis skift hendur í øldir. Lítið at ivast
í, at tílíkt umskiftið ella umbýtið var og er fyri neyðini, og kemur
mangan væl við og gagnar pørtunum. Tíbetur er tað so, at tað fiska-
býtið, ið havnarmenn vóru lagdir undir:
Tú ein lítlan, eg ein stóran, eg
ein stóran, tú ein lítlan ....
, man verða farið í søguna sum ein góð søga.