Marknaðarlæra - page 22

Afturhvarv
22
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Eitt sindur um lánsmarknaðin og
fyrstu pengaseðlarnar
Eina mest í handilsbýunum, í bankum og handilshúsum, varð handlað
við peningi, men lánsmarknaður var eisini aðrastaðni. Landspartar
í Suður-Týsklandi og leiðir við Rínánna vóru fíggjarliga væl fyri.
Longu í 14. øld kundu bøndur lána pening á hesum leiðum. Penga-
lánararnir vóru eina mest gýðingar.
Lántur peningur hevur tað við sær, at hann skal rindast aftur. Tá
ið landbúnaðurin ella onnur vinna, privat ella almenn, taka upp á
seg lán, er ein avleiðingin tann, at vinnan tolir ikki væl broytingar
og verður tí viðbrekin. Broytingarnar vóru ógvusligar undir 30 ára
krígnum, 1618 – 48, og tá smokkaði øll tann týska kredittskipanin
saman.
Eisini norðanfyri, í norðurlondum, var ein rættiliga stórur lánsmark-
naður. Men festibøndurnir vóru ikki teir einastu, ið læntu pening. Tað
kom eisini fyri, at tað var festarin, ið lænti pening. Var talan um stórar
upphæddir, varð sum oftast farið til teir stóru kredittmarknaðirnar.
Kieler Umschlag
Ein tann kendasti marknaðurin av slíkum slag í Norður-Evropa var
í Kiel. Týska navnið á marknaðinum var Kieler Umschlag. Orðið
“umschlag” er fleirtýtt og merkir í hesum samanhangi marknaður,
eitt stað, har peningur skiftir hendur, ein pengamarknaður, har sum
aðalin úr Holstein, handilsmenn úr Lübeck, Hamburg og aðrastaðni
vóru virknir.
Kieler Umschlag sá dagsins ljós í fjúrtanhundrað og sekstiárunum og
var í vælmaktini í 16. øld og tíðliga í 17. øld. Marknaðurin lat upp á
hvørjum ári tann 6. januar, trettanda og var síðan virkin eina viku.
Hagar fóru danskir aðalsmenn og danskir kongar at læna pening ta
einu ferðina um árið, tá ið rentur og avgjøld eisini fullu til gjaldingar.
Lítil ivi er um, at mangur maður og mangur kongur var tungur í
huga og tungur á fótum at gjalda tað, ið kravt varð. Til dømis rindaði
Kristjan 3 í 1540 heilar 65.000 dálar í rentum og avdráttum. Hesin
sami Kristjan kongur, 1534 – 1559, setti sær annars fyri at fáa skil á
myntskipanina í Danmark.
Myntvirðið kom í fasta legu í 1541. Til 1
spesiudála
fóru 48
skillingar
,
og til 1
silvurmark
fóru 9 spesiudálar. Allar myntir skuldu koma frá
einum stað. Høvuðsdeild og myntframleiðsla var í Keypmannahavn,
men myntgerð var eisini á verkstøðum aðrastaðni í landinum.
1...,12,13,14,15,16,17,18,19,20,21 23,24,25,26,27,28,29,30,31,32,...286
Powered by FlippingBook