Afturhvarv
17
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Handilsvinnan fótar sær
Seint í miðøld kom ferð á handilin við gerandisvøru. Ein drívmegi í
hesari broytingartíð var klædnaframleiðslan í Flandern, ein lands-
partur í Belgia. Býurin Brügge gjørdist miðdepil og marknaðarbýur í
hesum handli og virksemi.
Nógvir ferðakeypmenn høvdu miðstøð í Brügge. Haðani fóru teir í
allar ættir, Fraklands, Englands og aðrastaðni, at bjóða fram klæði,
sum var størsta og dyggasta handilsvøra framleidd í Flandern. Við sær
heimaftur høvdu teir býtisvørurnar.
Handilsbýurin Brügge
Brügge lá høgliga fyri, var havnarbýur og hevði sum hinir stóru
handilsbýirnir í Flandern, Gent, Tournai og Douai væl útbúgvið
fólk í klædnaframleiðsluni. Umframt vóru drúgvar royndir í hesari
vinnugrein, vevnaði og øðrum. Klæði úr Flandern var tiltikið gott og
nógv eftirspurt.
Eitt skifti var framleiðslan so mikið stór, at neyðugt var at keypa ull úr
Englandi og seinni í 14. øld eisini úr Spania. Áhugaverd viðmerking
er, at veving, ið fyrr hevði verið konufólkaarbeiði, var nú vorðið mann-
fólkaarbeiði í býunum annaðhvørt við hús ella á góðsum og gørðum.
Men myndin verður munandi broytt, tá ið italiumenn í 1277 fara undir
regluliga sigling til Brügge. Keypmenninir í Brügge vilja nú heldur
dvølja heima, erumillumgongumennmillummongu fremmandu keyp-
menninar, sum royna seg í størsta handilsbýi og peningamarknaði í
Norður-Evropa. Tá ið 15. øld fór at halla, gekk aftur á hond í Brügge,
eina mest tí at siglingarleiðin Zwin feyk undir í sandi, men eisini tí at
kappingin millum handilsbýirnar vaks nógv.
Úrslitið av hørðu kappingini og broyttu umstøðunum hevði millum
annað við sær, at havnarbýurin Antwerpen streyk avstað við megin-
partinum av virkseminum. Sum niðurstøðu ber til at siga, at tað er í
Flandern, at klædnaframleiðslan setur gongd á handilskapitalismuna,
á sama hátt sum klædnaídnaðurin í Englandi í seinnu helvt av 18. øld
legði lunnar undir ídnaðarmenningina.
Italsku handilsbýirnir
Tað var ikki bara í Flandern og har um leiðir, at stórar samfelags-
broytingar vóru, men eisini í Italia. Teir fimm næststørstu býirnir í
Evropa vóru allir italskir handilsbýir. Napoli á odda við 100 túsund
íbúgvum. Har hevði handilsvinnan í 14. øld ment seg munandi, og
handilsbýirnir vóru at samanbera við sjálvstøðugar býarstatir, og
handil verður høvuðsvinnan. Á hesum leiðum fær kapitalisman fóta-
festi, leggur grund undir samfelagsskipan við marknaðarbúskapi, og
einstaklingar eiga framleiðslutólini.