Afturhvarv
11
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tað er haldgott, terist ikki av rusti ella øðrum, er eyðkent í útsjónd
og er nærum ógjørligt at eftirgera. Og umframt er gullið lætt at hava
uppi á sær og sum viðføri á handilsferðum.
Fornaldarríkið Lydia
Heimsins fyrsti søgufrøðingur, grikkin Herodot, 480 – 420 f.Kr.,
skrivar millum annað soleiðis í sínari “Søgu
”
:
Will””222222
”Siðir teirra, sum búðu í landinum Lydia, vóru teir somu sum hjá grikkum,
tó við tí undantaki, at teir gjørdu sínar ungu gentur til skøkjur. Teir eru teir
fyrstu av monnum, ið vit vita um, sum hava sligið myntir, gull og silvur-
myntir at brúka í vanligum handli, og eru teir somuleiðis teir fyrstu, sum
hava havt býtishandil”.
Myntir, ið eru málmbland av silvuri og gulli, nevndar
Elektrostatér,
eru funnar í Lydia, og tí er sannlíkt, at tað var á hesum leiðum, at
menn av fyrstantíð fóru at gera myntir fyri umleið 2500 árum síðani.
Á myntunum er tilskilað myntvirðið og útgevari. Lydia var í væl-
maktini í árunum 600 – 500 f.Kr., var fornaldarríki í vestara parti av
Lítlaásia, ið nú er Turkaland.
Tá ið Herodot í tekstinum knýtir saman myntir og handil, so er tað
ikki heilt ógrundað. Við myntini, hesum nýggja gjaldoyra, gjørdist
handilin nógv lættari enn býtishandil og annar líknandi handil.
Hentleikarnir við nýggju skipanini frættust skjótt um lond, og
soleiðis kemur meira ferð á handilslív og búskap. Miðskeiðis í 6. øld
fyri okkara tíðarrokning fóru grikkar at gera myntir í Athen, og tað er
júst handil í 5. og 4. øld, ið sermerkir griksku býarríkini umleið 750
f.Kr. – 500 e.Kr. Býarríkini eru frælsir býir við lendi uttanum.
Upprunaliga ætlanin at framleiða myntir hevði ikki til endamáls at
seta ferð á búskapin. Endamálið hjá státinum Lydia var heldur at ráða
yvir og royna eina spildurnýggja og óroynda peningaskipan, ið skuldi
rinda lønir til embætisfólk og hermenn.
Fyrr sum nú komu inntøkur landskassans fyri tað mesta frá skatti og
tolli. Skjótt funnu fólk útav, at peningaskipanin var ein frálík upp-
finning, kundi verða brúkt bæði sum virðismát og sum gjaldoyra.
Nýggja skipanin vísti seg eisini at roynast væl, var bæði hent og
høglig. Ein annar áhugaverdur fyrimunur var við peninginum. Nú var
ikki so bráðneyðugt at brúka hann við tað sama, tí hann spiltist ikki.
Tú kundi goyma peningin og gerast rík, og soleiðis er menniskjan
framhaldandi sær sjálvari lík.