Marknaðarlæra - page 9

Afturhvarv
9
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Eitt sindur um pening og handil
Óteljandi dømi eru um orðafelli, tiltøk og orðtøk søgd um pening. Tí-
líkar orðingar eru í flest øllum málum og kunnu vera bæði niðran-
di og skemtiligar, men javnan eru tær bersagdar, bondskar og bein-
raknar. Onkur hevur havt á máli, at peningur hevur tað við sær, at tey,
sum ongan pening eiga, hugsa nógv um, hvussu tey skulu útvega sær
pening. Onnur, ið eiga nógvan pening, eru bangin fyri at missa hann.
Gýðingar taka til, at hevur tú pening, so ert tú klókur, og tú ert vakur,
og tú dugir væl at syngja, og amerikumenn vísa til, at peningur ger
teg ikki lukkuligan, men hann sissar nervarnar. Vit føroyingar siga,
at spard króna er vunnin króna, og at tað ræður um at fara væl um
skillingin, so fer dálin væl um seg sjálvan. Tað ber sjálvsagt til at vera
meira ella minni á einum máli um tílíkar útsagnir, men orðingarnar eru
væl sagdar, og meira enn feril av lívsroyndum býr undir.
Peningur vanliga trý endamál
Tað er torført á okkara leiðum at ímynda sær samfelag við ongum
gjaldoyra. Snøgt sagt hevði verið trupult um ikki ógjørligt at fingið slíkt
samfelag at virka. Tá ið sagt verður peningur, so verður í hesum saman-
hangi hugsað um hann sum heild. Peningur er soleiðis eisini kekkar,
giro, lánsbrøv og partabrøv, gjaldskort og annað. Vanliga verður sagt,
at peningur hevur tríggjar uppgávur ella trý endamál:
• Gjaldoyra, t.d. tá ið vøra og peningur skifta hendur í handilsskapi.
• Virðismát, t.d. tá ið vøra og tænasta verða virðismett.
• Ognaríløga, t.d. tá ið tú ikki skalt umseta peningin í vøru ella tænastu.
Tey flestu eru helst av teirri áskoðan, at sum so er peningur ikki so
áhugaverdur, men heldur alt tað, ið tú kanst keypa fyri peningin. Eitt
sindur einfalt sagt, so skilja vit pening og handil á tann hátt, at vit sum
keyparar gjalda við peningi, og seljarar lata vørur og tænastur aftur-
fyri. Peningur og vøra verða skift um. Tað, sum vøran ella tænastan
kostar, verður soleiðis handilsvirðið mált í peningi.
Virðismátið kann vera svikaligt
Íslandssøga greiðir frá, at í tíðarskeiðum var turrur fiskur virðis-
mátið har. Norðmenn brúktu eitt skifti vaðmal sum virðismát, og
sumstaðni í heiminum var vanligt at brúka neyt ella oksar til enda-
málið. Aðrastaðni varð brúkt eitthvørt slag av sjáldsomum skeljum.
Peningur var til, men peningabúskapur var um hetta mundið ikki
spjaddur víða um.
Ein av mongu trupulleikunum at brúka annað virðismát enn pening er
spurningurin um sjálvt virðið á virðismátinum. Tað er ikki altíð líka
lætt at gera av tað virðið, ið kúgvin hevur ella oksin.
1,2,3,4,5,6,7,8 10,11,12,13,14,15,16,17,18,19,...286
Powered by FlippingBook